Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur at grundgevingarnar í frágreiðingini fyri ikki at útveita virksemi hjá Strandferðsluni eru tunnar.
Ein arbeiðsbólkur undir Vinnumálaráðnum hevur skrivað eina frágreiðing um útveiting av virkseminum hjá Strandfaraskipum Landsins (SSL). Ætlanin við frágreiðingini er, at hon skal vera grundarlag undir politisku avgerðini, hvørt farleiðir hjá SSL skulu útveitast.
Tíverri er tað ikki eydnast arbeiðsbólkinum at framleiða eitt grundarlag, sum er egnað til støðutakan hjá politiska myndugleikanum. Til hetta er frágreiðingin ov tunn, hóast rúgvismikil í vavi. Serliga eru tað fíggjarligu samanberingarnar áðrenn og aftaná útbjóðing, sum eru ov grunnar.
Í frágreiðingini verður m.a gjørt nakað burturúr at samanbera raksturin av Mykinesleiðini áðrenn og aftaná útbjóðingina. Arbeiðsbólkurin skrivar, at nettoútreiðslurnar hjá landinum av farleiðini í 2014 vóru uml. 1 mió kr. í gjaldi til partafelagið, sum rekur farleiðina. Hetta verður samanborið við støðuna í 2005, tá SSL rak Mykinesleiðina við Súluni, og nettoútreiðslurnar av farleiðini vóru uml. 600 tús kr. Ongastaðni í frágreiðingini ber tó til at síggja, hvørjar útreiðslur eru taldar upp í hesar 600 tús. Um eitt nú avskrivingar av skipinum og lutfalsligu útreiðslurnar til umsiting, bókhald, tekniska umsiting, trygging o.s.fr. eru taldar uppí upphæddina. Harumframt ber ikki til at samanbera útreiðslur í 2005 við útreiðslurnar í 2014 uttan at leggja upp fyri prís- og lønarhækkingum. M.a. er oljuprísurin sum heild hækkaður nógv í hesum tíðarskeiði, hóast hann minkaði aftur seinast í 2014, men arbeiðsbólkurin ger onga roynd at leggja upp fyri hesum í sínum roknistykki.
Tað gevur heldur ikki meining at samanbera útreiðslurnar av einum seintgangandi skipi sum Súluna við eitt skjóttgangandi skip sum Jósup.
Eisini tá tað kemur til Bygdaleiðir, eru samanberingarnar nakað grunnar. Kostnaðurin hjá landinum av at reka Bygdaleiðir áðrenn útbjóðingina verður samanborin við kostnaðin eftir útbjóðingina. Støðan áðrenn útbjóðingina var tó tann, at Strandferðslan sum heild hevði bussar við einum høgum miðalaldri. Partur av útbjóðingini var tí eisini eitt ynski um at fáa útskift gomlu bussarnar við nýggjari. Tað sigur seg sjálvt, at kostnaðurin av nýggjari bussum ikki kann samanberast við kostnaðin av gomlum bussum. Harumframt vórðu onnur nýggj krøv sett privatu veitarunum, sum tað almenna ikki setti sær sjálvum áðrenn útbjóðingina. Tíverri er hetta ein generellur trupulleiki, tá samanberingar verða gjørdar áðrenn og aftaná útbjóðingum hjá tí almenna, at samanberingarnar ikki leggja upp fyri teimum nýggju krøvunum, sum verða sett í sambandi við útbjóðingar, og sum almenna tænastan ikki livdi upp til áðrenn útbjóðingina.
Samanumtikið eru ov nógvir ósvaraðir spurningar í frágreiðingini, og arbeiðsbólkurin átti at haft givið sær betri stundir við hesum parti av frágreiðingini.
Arbeiðsbólkurin nevnir í frágreiðingini, at galdandi sáttmálar hava týðandi veikleikar og at sáttmálastýringin hevur verið alt ov veik. Hóast hetta hevur arbeiðsbólkurin ongar trupulleikar við at samanbera úrslitini undir almennum rakstri við úrslitini undir privatum rakstri. Og hóast arbeiðsbólkurin tekur fyrivarni í sjálvari frágreiðingini um, at tað er torført at samanbera, at neyðug hagtøl ikki eru tøk, og at tað er torført at meta um tað loysir seg at útveita áðrenn tilboðini eru komin inn, er niðurstøðan, at arbeiðsbólkurin ivast í, um tað loysir seg at útveita sjóvegis farleiðir hjá SSL. Hetta hóast útveitingar innan tekniska økið verða hildin at vera skúladømi um eitt øki, har tað loysir seg at útveita og hóast tað mest vanliga í grannalondunum er, at privatar fyritøkur reka slíkt virksemi fyri tað almenna.
Føroya Arbeiðsgevarafelag er av tí áskoðan, at arbeiðsbólkurin heldur enn at kolldøma útveiting av rakstraruppgávum hjá SSL, í staðin átti at mælt SSL og Vinnumálaráðnum til at rætta verandi skeivleikar og skipa útbjóðingarnar á tann hátt, sum arbeiðsbólkurin heldur vera frægast. Og tá tilboðini eru komin inn, eigur samanberingin við almennan rakstur (t.d. kontrolboð) at verða gjørd á sambærligum grundarlagi, har hædd verður tikin fyri nýggjum krøvum í útboðstilfarinum, og har allar útreiðslurnar hjá tí almenna av at reka eina farleið verða íroknaðar. Herundir rentur og avskrivingar og lutfalsligi parturin til felagsútreiðslur hjá SSL. Og er tað privata tá ikki bíligari ella betri enn tað almenna, munnu tey flestu skilja, um farleiðin ikki verður útveitt.