Óvissa í ferðavinnuni

04. juni. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hóast varligt bjartskygni um at eitt sindur av ferðavinnuárinum kann bjargast í land, eru fleiri óvissur um upplating og hjálparpakkar, halda fyritøkur í ferðavinnuni.

Varisligt bjartskygni hómast hjá føroyskum ferðavinnufyritøkum. Boðini hjá løgmanni seinasta fríggjadag, um at Føroyar lata meira upp fyri ferðandi, og at sóttarhaldið verður strikað, hevur kveikt eina vón.

Enn valdar tó óvissa um hjálparpakkar og um, hvørji ferðafólk nú sleppa til landið.

Ikki øll úr ”røttu” londunum

Á Gjáargarði við Gjógv plagar at vera fult av ferðafólki hesa tíðina, men átøkini móti korona hava havt við sær, at vælumtókta gistingarhúsið er næstan tómt.

Inga Hjallnafoss, stjóri á Gjáargarði, fegnast um, at landið letur dyrnar upp aftur fyri ferðafólki.

Samstundis er gleðin merkt av óvissu. Enn er ógreitt, um tey sum standa bókað til at gista á Gjáargarði í summar, kunnu koma til landið. Fyribils kunnu ferðafólk úr Danmark, Týsklandi, Noregi, Íslandi og Grønlandi koma til Føroya. Tað er óvist, um gestir úr øðrum londum enn hesum kunnu koma higar í summar.

- Ikki øll ferðafólkini eru innan fyri loyvdu landamørkini, og tí er eitt sindur óvist, hvussu verður við teimum gistingunum. Hetta forðar samstundis fyri, at kømrini kunnu seljast øðrum, so leingi vit ikki hava fingið endaliga at vita, um upprunaligu gestirnir koma, sigur Inga Hjallnafoss.

Umsetningurin sera lágur

Várið hevur verið merkt av nógvum avlýsingum. Summi hava avlýst heilt, meðan onnur hava flutt bókingina til næsta ár. Gjáargarður verður vanliga tíðliga fult bókaður, og áhugin fyri at koma hendanvegin næsta ár er stórur. Avbjóðingin nú er, at inntøkugrundarlagið í summarhálvuni, sum vanliga fíggjar alt árið, er burtur.

Sesongin hjá Gjáargarði er frá umleið 1. mars til hálvan november. Serliga frá hálvum mai til seinast í september er sera nógv at gera. Í summarhálvuni eru útlendsku ferðafólkini nærum 100% av gestunum á Gjáargarði, og tí er gistingarhúsið sera hart rakt, nú Føroyar hava verið stongdar fyri útlendskum ferðafólki.

- Umsetningurin er minni enn 10% av tí, hann eigur at vera. Hetta er rættiliga deprimerandi, men vit royna at fáa tað dagliga at hanga saman, og so vóna vit tað besta, sigur Inga Hjallnafoss.

Umframt gisting og matstovu plagar Gjáargarður at skipa fyri mentanarkvøldum eina ferð um vikuna í juni, juli og august. Á skránni er sjálvtøkuborð, føroyskur dansur og tónleikur.

Mentanarkvøldini eru eitt gott íkast til raksturin, men í juni eru tey avlýst. Kalt borð verður jú ikki tilmælt, og føroyskur dansur riggar heldur ikki saman við tilmælum um frástøðu. Summartónar hava víst vælvild og koma at spæla leygarkvøld á Gjáargarði í staðin í juni. Hvussu verður í juli og august, vita vit ikki enn, sigur Inga Hjallnafoss.

Herfyri fóru tey undir at skipa fyri sunnudagsdøgurða, sum hevur verið sera væl móttikið og higartil hevur verið útselt.

Landsstýrið boðaði fríggjadagin frá einum serligum hjálparpakka til ferðavinnuna. Inga Hjallnafoss dugir í dag ikki at siga, hvussu tey fara at brúka hann, og hvat tey fara at søkja um. Tey bíða til nærri verður kunngjørt um hjálparpakkan.

Sjálv heldur hon, at tað hevði verið gott, um ynskini hjá Ferðavinnufelagnum høvdu verið gingin á møti, og at ferðavinnufyritøkur kundu fingið hjálp til lønarútreiðslur ella mistar inntøkur. Á henda hátt vildi verið møguligt at arbeitt virkið við fyrireiking og marknaðarføring av 2021, samstundis sum tey royna at minimera hallið í ár.

Hóast árið í ár verður eitt vánaligt ferðavinnuár, er Inga Hjallnafoss bjartskygd um komandi ár.

Tað er stórur áhugi fyri at ferðast til Føroya næsta ár, og vit skulu líka læra okkum nakrar hættir at liva við virusinum, sigur hon.

Færri flúgvandi ferðafólk

Tey, sum liva av at flúgva ferðfólk til og úr Føroyum, hava í stórum stíli kent sviðan av stongsulinum undir korona. Nýggjastu ferðafólkatølini um flogvøllin tala fyri seg: Í mai vóru 91,9% færri ferðafólk enn í mai í fjør. Og í apríl var minkingin 94% sammett við apríl í fjør.

Kortini vónar stjórin í Atlantic Airways, at minkingin í juni og restina av árinum ikki verður so ógvuslig sum apríl-mai. Gongd er komin á bíleggingarnar, eftir at landsstýrið kunngjørdi, at Føroyar lata upp aftur fyri ferðafólki úr ávísum londum frá 15. juni, og at sóttarhaldið verður avtikið.

Serliga er tað umráðandi, at sóttarhaldið er burtur, tí hetta avmarkar bæði útlendingar og føroyingar í at ferðast, sigur Jóhanna á Bergi.

Økja fráferðirnar

Enn er ov tíðliga at siga, hvussu eftirspurningurin fyri summarið verður, men tey satsa uppá at hava 12 fráferðir um vikuna frá 15. juni, og so økja talið so líðandi, um eftirspurningurin er har.

Frá hálvum juni verður flogið til Keypmannahavnar hvønn dag og tvær ferðir um vikuna til Billund. Eisini fer Atlantic Airways at flúgva 3 ferðir um vikuna til Keflavíkar. Seinni fara tey at flúgva til Ålborg 2 ferðir um vikuna.

Í løtuni hevur Atlantic Airways 4 fráferðir um vikuna, so hetta er langt frá teimum 46 vikuligu fráferðunum, tey skuldu havt hesa tíðina.

Aðrar rutur vera framvegis stongdar – í øllum førum til og við august eftir vegleiðing frá danska uttanríkisráðnum. Hetta eru ruturnar til París, Palma á Mallorca, Edinbourg, Barcelona og London. Eisini verður nýggja rutan til New York fyribils útsett.

Umsetningurin minkar munandi

Fyri tveimum vikum síðan vórðu 45 flogternur og 19 flogskiparar hjá Atlantic Airways uppsøgd orsakað av koronakreppuni.

Fyribils metingin sigur, at umsetningurin í ár væntandi verður umleið 70% minni enn tað, Atlantic Airways upprunaliga hevði roknað við í fíggjarætlanini.

Eins og Gjáargarður hevur Atlantic Arways eisini bókingar frá fólki, sum búgva í øðrum londum enn teimum, sum Føroyar og Danmark higartil hava latið upp fyri.

- Í løtuni vænta vit ikki, at hesi koma til Føroya, sigur Jóhanna á Bergi.

Viðvíkjandi hjálparpakka 3, sum var lagdur fram fríggjadagin, sigur Jóhanna á Bergi, at tað er trupult at siga nakað um hann, tí tey hava ikki sæð lógaruppskotið enn. Hon leggur aftrat, at tey hava verið sera glað fyri hjálparpakka 1, har starvsfólk kundu fara í koronaskipanina hjá ALS.

Góðar vónir fyri 2021

Danir eru vanliga umleið helvtin av útlendsku ferðafólkunum í Føroyum. At danir í summar hava avmarkað tal á londum at ferðast til, kann fáa fleiri danir at venda eyguni hendanvegin – eisini fólk sum upprunaliga ikki ætlaðu sær hendanvegin, sigur Jóhanna á Bergi. Hon væntar eisini, at nógvir føroyingar fara til Danmarkar og Íslands at ferðast í ár.

Jóhanna á Bergi hevur hampiliga góðar vónir fyri 2021 og væntar, at tað verður sum góða árið í 2019 minus eini 10%.

- Vit eru eitt upcoming ferðamannaland. Eg trúgvi, at vit koma skjótt fyri okkum aftur í Føroyum, sigur hon.

Nýggj matstova á Hafnia

Í miðbýnum í høvuðsstaðnum hómast eitt ávíst bjartskygni. So mikið bjart, at tey á Hotel Hafnia arbeiða við at gera ovastu hæddina, Panorama, til støkk upp matstovu. Tey hava ætlað hetta í eina tíð, tí eftirspurningurin á matstovuni, Kathrina Christiansen, sum hotellið eigur, var so stórur. Ætlanirnar við Panorama steðgaðu, tá korona kom, men nú er gongd á aftur. Ætlanin er m.a. at hava sjálvtøkuborð við fiskarættum hvørt fríggjakvøld, og tey vænta at fáa bæði útlendingar og føroyingar sum gestir.

- Tú hevur tveir møguleikar, tá slíkt sum korona hendir. Tú kanst leggja teg niður, ella tú kanst berja teg ígjøgnum. Og vit hava valt tað seinna, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia.

Hann er eisini stjóri á Hotel Brandan, sum skuldi lata upp í mai. Hotellið var fult bókað, men kundi ikki lata upp til tíðina orsakað av korona. Eftir fráboðanina um, at landið aftur tekur ímóti ferðafólkum, hava tey nú tikið avgerð um at lata Hotel Brandan upp 1. juli.

- Vit eru sera fegin um, at sóttarhaldið verður avtikið, tí alt avhongur av sóttarhaldinum, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Nógvur mistur umsetningur

Sammett við árið í fjør er umsetningurin hjá Hotel Hafnia minkaður umleið 80%.

- Vit liva jú av ferðafólki, og tá mann letur mørkini aftur, fær tað avleiðingar. Gistingin, veitsluvirksemið, fundarvirksemið og matstovuvirksemið, ja alt lukkaði niður, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Tey hava fingið nógvar avlýsingar frá ferðandi úr Suðurevropa, USA og øðrum londum. Men síðan fráboðanin kom, um at Føroyar aftur taka ímóti ferðandi, hava tey fingið fyrispurningar frá fólki, sum annars ikki høvdu ætlanir um at koma hendanvegin. Nú royna tey at gera sær yvirlit yvir bókingarnar.

Ikki sum í fjør

- Hvussu 2020 verður, er ov tíðliga at siga, men tað kann ikki samanberast við í fjør. Men vit vænta at fáa eitt gott næsta ár, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Í hvønn mun tey kunnu brúka hjálparpakka 3, ber ikki til at siga enn. Vit hava ikki ordiliga fingið upplýsingar um hjálparpakkan, og hvat mann bindur seg til. So tað vita vit ikki í løtuni, sigur hann.

Hjálparpakka 1 hava tey brúkt, tí fleiri av starvsfólkunum hava verið í koronaskipanini hjá ALS. Ongin er uppsagdur, og nú eru tey farin at taka fólk úr ALS aftur.

62N hart rakt

Korona er farin illa við ferðaskrivstovuni, 62N.

Meira enn 95% av umsetninginum er burtur, sigur Heidi Petersen, sum eigur fyritøkuna.

Felagið hevði 37 fólk í starvi, men noyddist herfyri at siga flestu teirra úr starvi. Umframt stjóran eru bara 10 starvsfólk eftir, harav fýra sum eru partvís í koronaskipanini hjá ALS. Haraftrat eru 5 lærlingar í starvi.

- Vit søgdu fólki úr starvi, tí tað dró út við hjálparpakkum, og vit máttu byrgja upp fyri størri tapi, sigur Heidi Petersen. Fyritøkan tekur sær bæði av ferðum hjá útlendingum, sum koma hendanvegin, og føroyingum, sum ferðast og arbeiða uttanlands. Eisini rekur 62N eitt gistingarhús í Havn og leigar bilar út.

Gistingarhúsið hevur havt heilt fáar gestir undir korona: Nøkur fólk í sóttarhaldi og ein skúlaflokkur hava gist har. Nakrir fáir bilar hava verið úti og koyrt. Og so hevur nakað av virksemi verið á vinnudeildini hjá ferðaskrivstovuni. Hetta eru eitt nú føroyingar, sum sigla úti ella eru í oljuvinnuni uttanlands.

Játtað fígging.

62N hevur fingið játtað fígging til framhaldandi rakstur, men bankarnir eru varnir, tí teir vita heldur ikki, hvat hendir. Alt er í leysum lofti, sigur Heidi Petersen, sum væntar, at fyritøkan fer at hava fleiri milliónir í halli í ár.

Hon staðfestir, at upphæddirnar í hjálparpakka 3 eru nakað størri enn í hjálparpakka 2, men tað er ivasamt, hvussu nógv 62N fær brúkt hendan pakkan, tí tað, sum teimum tørvar mest, er hjálp til at gjalda lønir.

Føstu útreiðslurnar eru avmarkaðar sammett við lønarútreiðslurnar. Tey kundu tí hugsað sær eina skipan, har tey fáa stuðul til lønirnar, samstundis sum starvsfólkini kunnu vera til arbeiðis fulla tíð og fyrireika næsta ár.

- Á tann hátt kundu vit varðveitt førleikarnar í felagnum. Vit hava nógv dugnalig og røsk starvsfólk og hava gjørt nógvar íløgur at menna starvsfólkini, sigur Heidi Petersen. Umframt hetta er eisini neyðugt, at tíðarskeiðið, har hjálparpakkarnir virka, verður longt.

Frægari enn onki

Hjá 62N fegnast tey um, at Føroyar lata upp aftur hálvan juni, og tey hava hvørki mist mótið ella svøvnin, hóast tað leikar hart á.

- Tað verður ein avmarkað sesong, men hjálpir upp á tað akutta. Hetta er frægari enn onki, og vit hava vónir um, at næsta ár verður gott, sigur Heidi Petersen.

Tað allarsvárasta við koronakreppuni hevur verið at siga fólki úr starvi.

- Tað er ringasti parturin av hesum. Summi hava keypt hús, og har eru ungar barnafamiljur. Tú ávirkar gerandisdagin hjá so nógvum fólkum, tí tekur tú familjuna við, so eru yvir hundrað fólk rakt av uppsøgnunum, sigur Heidi Petersen, eigari av 62N.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L