Seinastu 20 árini er partafelagsskatturin støðugt lækkaður kring alt Evropa.
Síðani 1996 er partafelagsskatturin í ES- og EFTA-londunum lækkaður við í miðal 15 prosentstigum, úr 37 % niður í 22 %. Gongdin heldur fram í 2017, tá fleiri evropeisk lond lækka partafelagsskattin. Størsta broytingin í 2017 verður í Ungarn, har partafelagsskatturin verður lækkaður úr 20,6% niður í 10,6%. Hini londini, sum lækka partafelagsskattin í 2017 eru Noreg, Stóra Bretland, Italia, Luxembourg, Kroatia og Slovakia.
Harumframt hava trý evropeisk lond longu avgjørt at lækka partafelagsskattin aftaná 2017 eisini: Noreg, Stóra Bretland og Luxembourg. Fleiri onnur lond kjakast eisini um møguligar lækkingar framyvir, eitt nú í Fraklandi, Rumenia, Slovakia, Belgia, Holland og Schweiz. Sostatt eru eisini komandi árini útlit til ein lækkandi miðalskatt á fyritøkum í Evropa.
Henda gongd er í tráð við skattatilmæli frá OECD, sum í fleiri frágreiðingum hevur víst á partafelagsskattin, sum ein tann mest skaðiliga háttin at uppkrevja skatt.
Endamálið við einum lágum partafelagsskatti er at eggja verandi fyritøkum til at gera íløgur, og at stimbra hugin at stovna nýtt virksemi í landinum. Hetta kann vera serliga áhugavert hjá lítlum og miðalstórum londum, sum annars kunnu hava torført at kappast við størri lond um at draga íløgur og virksemi til sín. Tað sæst eisini, at størri lond í miðal hava ein hægri partafelagsskatt í mun til smærri lond. Hetta kann tó broytast, um nýggi forsetin í USA fær undirtøku fyri sínum ætlanum um at lækka partafelagsskattin í USA úr 35 % niður í 15 %. Ein slík broyting fer uttan iva at leggja trýst á onnur lond um eisini at minka partafelagsskattin.
Í Føroyum hevur partafelagsskatturin síðan 2006 verið 18 %. Harumframt hava Føroyar ein lutfalsliga høgan kapitalvinningsskatt , sum eisini má roknast uppí skattingina av fyritøkum og eigarum tess.
Kelda: DI Business