Peningastovnarnir heinta upplýsingar um bústað

15. mars. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Seinastu dagarnar hava Føroya Banki og Eik Banki sent ávísum kundum brøv, har teir biða um dagførdar upplýsingar um bústaðin. Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava fingið til vega hesar upplýsingar við kundasamrøðum og hava tí ikki sent kundum brøv.

Kundar hjá peningastovnunum hava spurt, hví hetta verður gjørt. Orsøkin er, at nýggj kunngerð um kapitaldekning er komin í gildi í Føroyum. Broyttu reglurnar hava við sær, at verandi mannagongd í sambandi við at virðisáseta sethús í Føroyum ikki er nøktandi.
Í framtíðini verða sethús virðismett eftir einum hagfrøðiligum myndli, ið nýtir upplýsingar frá peningastovnunum um eitt nú søluprís, byggiár, matrikulnummar og búvídd sum grundarlag. Funnið verður við hesum upplýsingum fram til marknaðarvirðið á teimum einstøku bústøðunum í ymsu økjunum.
Fíggjareftirlitið og Fíggjarmálaráðið hava fyribils góðkent hesa mannagongd. 

Nú nýggi útrokningarhátturin verður mentur, dagføra peningastovnarnir bústaðarupplýsingar hjá teimum kundum, har skrásetingar um bústaðin ikki eru nøktandi. Vónandi kann hetta verða gjørt í besta samstarvi millum peningastovnarnar og kundarnar.

Fakta
Lovtidende A. 2008, Udgivet den 29. maj 2008, nr. 400, Bekendtgørelse for Færøerne om Kapitaldækning, Bilag 3, Afsnit: Eksponeringer sikret ved pant i fast ejendom og  Lovtidende A. 2009, Udgivet den 14. november 2009, Bekendtgørelse om ændring af bekendtgørelse for Færøerne om kapitaldækning.
Felagið Føroyskir Peningastovnar
Nærri upplýsingar: Janus Petersen, formaður, tlf. 330330

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya