Peningur í føroyskum peningastovnum stendur tryggur

07. januar. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Innistandandi peningur í føroysku peningastovnunum stendur tryggur – eisini eftir 30. september 2010, tá Bankapakki I fer úr gildi

Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya bar í tíðindasendingini í gjár mikudagin 6. januar kl. 12.20 hesi tíðindi:

“Fólk, sum eiga pengar á kontu í føroyskum bankum, hava onga trygd fyri sínum pengum eftir 1. oktober, tá Bankapakki I heldur uppat.”
Kringvarp Føroya tykist hava misskilt eitt tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum, og Føroysku Peningastovnarnir gera tí vart við, at innlán í føroyskum peningastovnum eru eins trygg og í teimum donsku.
Her eru fakta í málinum:
·     Fram til og við 30. september 2010 eru øll innlán tryggjað 100% við Bankapakka I.
·     Fíggjarmálaráðið og Fíggjareftirlitið samstarva í løtuni um at fáa lagt eitt lógaruppskot um nýggja innskjótaratrygd fyri Løgtingið. Tá tað er samtykt – ætlandi í góðari tíð áðrenn 30. september 2010 – verður innskjótaratrygdin uml. 750.000 kr. Løgið skuldi verið, um nakar kundi verið ímóti eini tílíkari lóg, sum onga útreiðslu hevur fyri landskassan, og sum er til fyrimun fyri føroyskar borgarar.
·     Skuldi tað óvæntaða hent, at lógaruppskotið ikki verður samtykt áðrenn 30. september 2010, er framvegis innskjótaratrygd galdandi eftir hesa dagfesting. Trygdin er tá 300.000 kr.
Ongin saklig orsøk er at halda ella gita um, at innskjótaratrygdin í Føroyum eftir 30. september 2010 verður øðrvísi enn í Danmark, tvs. 750.000 kr.
Blíðar heilsanir
Janus Petersen
formaður í Felagnum Føroyskir Peningastovnar

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya