Á ársins Vinnudegi, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í dag, varð P/F Formula kosið sum Ársins Virki 2021.
Ein dómsnevnd, tilnevnd av Føroya Arbeiðsgevarafelagi, avgerð á hvørjum ári, hvør fyritøka skal kjósast sum ársins virki. Við støði í teimum flottu fíggjarligu úrslitunum og tí denti, sum verður lagdur á sosiala og umhvørvisliga burðardygd, hevur ein samd dómsnevnd valt P/F Formula sum Ársins Virki 2021.
Les alla grundgevingina hjá dómsnevndini her.