Poul Hansen P/F: Meira til matvøruhandlar og minni til matstovur

07. apríl. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Virksemið hjá Poul Hansen koyrir nøkulunda ótarnað. Matvøruhandlar keypa meira, men sølan til matstovurnar er mestsum steðgað upp.

Hjá Poul Hansen merktu tey beinanvegin, tá føroyingar í farna mánað stormaðu út í handlarnar at hamstra vesirullur, ger og mjøl. Tí tað eru tey, sum veita handlunum vørurnar.

Í dag eru fólk ikki longur bangin fyri, at vørugoymslurnar tømast. Innkeypsmynstrið er vorðið nøkulunda vanligt aftur, sigur Høgni Hansen, stjóri hjá Poul Hansen heilsølu.

Fólk eta heima

Men COVID-19 hevur tó broytt søluna nakað.

- Sølan til gistingarhús, matstovur og kantinur er minkað munandi, men vit selja nakað meira til matvøruhandlarnar, sigur Høgni Hansen.

Fleiri matstovur eru stongdar, og virksemið á gistingarhúsunum lítið. Nógv starvsfólk arbeiða heimanífrá, og flestu kantinur á arbeiðsplássum eru stongdar. Tískil keypa fólk meira í matvøruhandlum, nú tey ikki drekka kaffi og eta miðmála á arbeiðsplássinum.

Smittuavmarkandi tiltøk

Hjá Poul Hansen starvast 65 fólk. Heilsølan hevur gjørt fleiri broytingar fyri at avmarka smittuvandan.

Fleiri arbeiða heimanífrá, og starvsfólkini á teimum ymsu økjunum, t.d. vørumóttøku og frystigoymslu, koma ikki í samband við hvørt annað gjøgnum arbeiðsdagin. Eisini eru goymsla og skrivstova avlæst.

Haraftrat verða vørurnar koyrdar út í handlarnar fyrr á morgni fyri at sleppa undan smittuvanda við ov nógvum fólkum.

Nøkur í ALS

Hóast sølan er á góðari leið, so hava broyttu tíðirnar kortini ávirkað starvsfólkini.

Nøkur tímalønt eru farin í ALS-skipanina og arbeiða nú hálva tíð í heilsøluni. Starvsfólk, sum eiga avspáking og feriu til góðar, avgreiða hetta nú.

Høgni Hansen væntar tó ikki, at tey fáa brúk fyri øðrum pørtum av hjálparpakkanum hjá landsstýrinum. Fyritøkan koyrir, og hann sær ikki fyri sær stórvegis broytingar í eftirspurninginum eftir vørum.

- Vit eru sloppin sera væl og kunnu saktans halda fram við virkseminum eftir verandi leisti. Eg vóni, at viðskiftafólk okkara, sum eru hart rakt, fáa ein hjálparpakka sum munar, sigur Høgni Hansen.

Trygg vøruleveransa

Og so aftur til hetta við hamstring. Kunnu vit nú vera heilt vís í framhaldandi leveransum av vesirullum, mjøli og ger?

Ja, lovar heilsølustjórin. Vit kunnu vera púra trygg við, at handlarnir í Føroyum hava tær vørurnar, vit hava brúk fyri.

- Tað er ongin trupulleiki at fáa vørur fluttar til landið. Í farnu viku vóru smávegis trupulleikar við einum parti av flutninginum av frukt, men sum heild gongur væl at fáa vørurnar hendanvegin, sigur Høgni Hansen.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya