Privat kunnu hækka dygdina

21. mars. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í Danmark halda tvey av trimum fólkum, at dygdin og framleidni kann hækka í almenna geiranum, um privat verða tikin meira við.

Framhaldandi fleiri danir halda, at almenni geirin eigur at effektiviserast innanfyri verandi fíggjarkarm, heldur enn at fleiri pengar verða koyrdir í kassan.
Sambært kanning, sum Pinnin hevur gjørt fyri DI Serviðgerð, halda beint omanfyri 30 prosent av dønum, at dygdin skal hækkast við, at fleiri pengar skulu í kassan. Fyri tveimum árum síðani var sama talið 40 prosent. Tað eru sostatt færri danir, sum halda, at loysnin er at veksa um almennu kassarnar.
Samstundis hækkar tann parturin av dønum, sum heldur, at ein effektivisering av almenna geiranum er vegurin til eitt hægri tænastustøði. Sambært kanningini eru tað í dag knapt 60 prosent, meðan tað fyri tveimum árum síðan vóru færri.
Klaus Petersen, professari á Institutt for Velfærdsstatsforskning á Syddansk Universitet, heldur, at støðan hjá dønum er ein spegilsmynd av menningini í tí politiska kjakinum. Tað er eitt slag av búskaparligari krepputilvitan, sum sæst aftur í støðuni hjá dønum.
Hugskotið um, at vit skulu loysa trupulleikarnar við at veksa ógvusliga um almenna geiran, er neyvan nýtiligt í løtuni. Samstundis er kjakið ikki – sum tað t.d. var í 1990’unum – merkt av ógvusligum diskussiónum við nógvum ræðumyndum, sigur Klaus Petersen.
Í kanningini halda tvey av trimum harafturat, at privatir aktørar er ein vegur at lyfta almennar tænastur, um teir verða tiknir meira við í uppgávuloysnirnar. Frank Bill, stjóri í DI Service, heftir seg somuleiðis við tær hugburðsbroytingar, sum síggja út til at henda.
Summar av hugburðsforðingunum, sum fyrr hava verið mótvegis privatum á t.d. vælferðarøkjunum, eru møguliga við at blotna. So tað sær út til, at tað kanska verður lættari hjá øðrum at skilja, at tey privatu kunnu vera eitt virðismikið íkast, sigur Frank Bill.
Kelda: DI Opinion

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya