Privata vinnan tillagað seg minni eftirspurning

18. januar. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Almenni lønarvøksturin var næstan óbroyttur í fjør, meðan privata vinnan sær út til at hava tillagað seg minni eftirspurninginum.

Sambært nýggjastu hagtølunum frá Hagstovu Føroya var vøksturin í samlaðu lønargjaldingunum 2,1% í 2020. Hetta er minsti vøksturin í lønargjaldingunum síðan 2013, tá ið hann var 1,3%.

Nógv tann størsti parturin av føroysku lønunum verður útgoldin í tænastuvinnunum. Í 2020 vórðu 64% av samlaðu lønunum útgoldnar í privatu og almennu tænastuvinnunum, 19% vórðu útgoldnar í fiski- og øðrum tilfeingisvinnum og 17% vórðu útgoldnar í byggi- og øðrum tilvirkingarvinnum.

Vøksturin í almennu lønargjaldingunum var eitt vet minni í fjør enn árini frammanundan. Í 2020 var vøksturin í almennu lønargjaldingunum 4,7% samanborið við 5% undanfarnu tvey árini.

Í privatu vinnunum var munurin størri.

Í privatu tænastuvinnuni var eingin vøkstur í lønargjaldingunum í 2020. Undanfarnu tvey árini lá lønarvøksturin um 5% í privatu tænastuvinnunum.

Í byggi- og tilvirkingarvinnunum var vøksturin í lønargjaldingunum 5,4% í 2020. Hetta er munandi minni lønarvøkstur enn undanfarnu trý árini, tá árligi lønarvøksturin í byggi- og tilvirkingarvinnunum lá millum 12 og 15%.

Í fiski- og tilfeingisvinnunum minkaðu lønargjaldingarnar 1,8% í 2020. Lønargjaldingarnar í fiski- og tilfeingisvinnunum sveiggja meira enn í øðrum vinnum, av tí at hesar eru tengdar at fiskaprísunum. Í 2019 vuksu lønargjaldingarnar 8,6% og í 2018 minkaðu lønargjaldingarnar 0,2% í fiski- og tilfeingisvinnunum.

Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at gongdin í almenna og privata lønarvøkstrinum er ymisk. Privata vinnan tillagar vanliga sítt virksemi beinanvegin, tá ið eftirspurningurin í samfelagnum broytist. Í 2020 vóru fleiri størri verkætlanir lidnar, og tað eru ikki so nógvar nýggjar verkætlanir á radaranum í løtuni. Samstundis fingu ferða- og útflutningsvinnurnar ein diggan frammaná, tá ið koronafarsóttin breiddi seg um allan heimin.

Almennu lønargjaldingarnar eru harafturímóti ikki so nógv stýrdar og ávirkaðar av brádligum broyting­um í eftirspurninginum í samfelagsbúskapinum. Hetta er helst orsøkin til, at vøksturin í privatu lønar­gjaldingunum minkaði rættiliga nógv í mun til almenna lønarvøksturin, sum næstan stóð í stað í fjør.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya