Danska produktivitetskommissiónin, sum viðger átøk sum kunnu økja um produktivitetin í Danmark, viðger í nýggjastu frágreiðingini samstarvið millum tað almenna og privata vinnulívið. Í stuttum metir kommissiónin, at produktiviteturin kann hækkast munandi við at senda fleiri almennar uppgávur í útboð, so kapping fæst um uppgávurnar.
Kommissiónin mælir m.a. til, at almennir stovnar, bæði hjá landi og kommunum, seta sær ítøkilig mál fyri, hvussu stórur partur av uppgávunum skulu útsetast fyri kapping. Harumframt mælir kommissiónin til, at stovnarnir við jøvnum millumbilum gjøgnumganga sínar uppgávur fyri at meta um, hvørjar uppgávur egna seg best at bjóða út.
Kommissiónin vísir á at tað ikki er líkamikið, hvussu uppgávurnar verða bodnar út. Kommissiónin mælir til so vítt møguligt at áseta funktiónskrøv, t.e. hvørji úrslit skulu spyrjast burturúr, heldur enn at áseta í samlutum, hvussu uppgávan skal loysast. Á henda hátt fær man lættari innovatión í uppgávuloysnina.
Kommissiónin hevur kannað royndirnar við ES-útboðum, og vísir tað seg, at tað er eitt positivt samband millum talið á bjóðandi fyritøkum og hvussu stóra sparing fæst við einum útboði, men at ávirkanin er avtakandi. Tað eru tí tey fyrstu boðini, sum hava við sær størstu sparingina.