Protektionisma er freistandi, men fríhandil er vegurin út úr kreppuni

20. apríl. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hetta sigur Dansk Industri í blaðnum DI Business.

Undir búskaparkreppuni í 1930’unum samtyktu amerikanskir politikarar tað sokallaðu Smoot-Hawley Tariff Act, sum hækkaði tollmørkini um landið. Endamálið var at verja innlendis framleiðsluna, men úrslitið var eitt annað. Onnur lond settu líknandi tiltøk í verk, og hetta førdi til, at heimshandilin fall við ikki minni enn 70% frá 1929 til 1933.
Heimurin hevur enn verið vardur ímóti eini nýggjari protektionismubylgju, men flestu búskapir í vøkstri hava møguleika at hækka teirra toll, uttan at bróta altjóða bindingar í WTO. Tað er sostatt ein verulig hóttan um økta protektionismu, um búskaparkreppan heldur fram, sigur Rasmus Wendt, ráðgevi í DI.
Tað eru fyrst og fremst nýggju vakstrarbúskapirnir, Argentina, India, Kina, Indonesia og Rusland, sum standa fyri yvir 60% av nýggjast protektionistisku tiltøkunum, vísir uppgerð hjá ES-nevndini. Lektor Jens Ladefoged Mortensen frá Center for Europæisk Politik, heldur, at orsøkin til hetta er, at hesi londini ikki hava ráð til at veita búskaparligan stuðul til vinnuna ella til ávísar vinnugreinar. Hetta verður harafturímóti sæð í londunum vestanfyri, sum stuðla lyklavinnum. Serliga Spania og Frankaríki hava brúkt henda møguleika.
Men tað eru eisini aðrir mátar, at fremja búskaparvøkstur uttan at renna seg í prinsippini um at sleppa undan protektionismu. Dømi um hetta eru vakstrarpakkarnir, sum fleiri lond vestanfyri hava samtykt.
“Vit hava neyvan sæð tað síðsta til protektionismuna. Flestu politikarar vita, at protektionisma er av tí ónda, men teir verða trýstir av fólkinum. Tað kann verða trupult at góðtaka eitt økt arbeiðsloysi, sum kann avmarkast av protektionistiskum tiltøkum. Men tað er sera neyðugt, at politikararnir hugsa langtíðar fyri at hindra, at kreppan verður størri og longri enn neyðugt”, sigur Rasmus Wendt.
Fríhandil er neyðugur til tess at tryggja vøkstur og vælferð á allari klótuni. Hóast flestu politikarar eru samdir um hetta, hevur tað verið trupult at semjast í WTO undir sokallaðu Doha-samráðingunum*. Nú hevur búskapar- og fíggjarkreppan tó sett nýtt lív í hesar samráðingar, og møguleikarnir síggja út til at vera betur fyri at fáa eina avtalu í ár.
“Ein endi á Doha-umfarinum er ein av teimum heilt stóru bjargingarkransunum, sum kann hjálpa heiminum úr kreppuni. Tað er tí positivt, at teknið er greiðari enn nakrantíð at gera ein altjóða avtalu. Heldur ikki skulu vit undirmeta signalvirðið í, at heimurin er samdur um ein Doha-avtalu”, sigur Rasmus Wendt.
Jens Ladefoged Mortensen metur, at londini eru meira villig nú enn fyrr til at finna eina loysn. Grundleggjandi eru nøkur øki, sum skulu takast upp, og sum semja skal finnast um, men verandi kreppa eigur at seta tingini í nýtt ljós, og tí eiga londini at góðtaka nøkur av teimum økjum, sum skiltu partarnar seinast.
Kelda: DI Business
*Doha-samráðingarnar hava til endamáls at finna semju, um hvussu heimshandilin skal verða skipaður til tess at fremja fríhandil.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L