Ráðgevarablaðið: Føroyskt tónleikalív á klettagrund

13. januar. 2020 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Í nýggjasta Ráðgevarablaðnum, sum kom út beint fyri jól er grein um nýggja musikkskúlan.

Fríggjadagin 16. august tustu hundraðtals fólk út á Landavegin í Havn at síggja nýggja bygningin hjá Tórshavnar Musikkskúla, sum ímyndar ein klovnan klett, ið loysir seg frá kubistisku útsjóndini, ið bygningar vanliga hava.

Arkitektafyritøkan Kontrast hevur teknað bygningin, sum við myndum og teksti verður umrøddur í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum, Føroysk Ráðgeving, sum Ráðgevarafelagið gevur út.

Inni í nýggja skúlanum eru fyrsta floks umstøður til frálæru og konsertir. Tann lítli kletturin er ein orkesturhøll, sum er uppkallað eftir Ólavi Hátún. Ein glasgongd bindur høvuðsbygningin saman við orkesturhøllini.

Tann stóri kletturin er sjálvur skúlin. Í mongu frálæruhølunum eru klaver og talgildir stórskíggjar til undirvísingina. Hølir eru eisini til umsiting, framførslur og felagsvenjingar, og kafé er niðast.

Nógvar trappur eru í skúlanum, og trappuskipanin skapar eitt frítt og livandi ferðamynstur. Tær nýtist ikki at fara sama veg, sum tú komst, tí ymsir eru vegirnir at fara í bygninginum.

Eitt eyðkenni við skúlanum er vindeygasetingin. Hon ímyndar tann soppavøkstur, sum vanliga er á klettum, og vindeyguni krúpa eisini upp á tekjuna. Útveggirnir eru klæddir við skifer.

Musikkskúlin hevur verið á kommunalum hondum í Havn síðan 1985, og í skúlanum eru nú fleiri enn 40 lærarar og nærum 1.000 næmingar. At nýggi bygningurin hevur sín tilverurætt, er tí eyðsýnt.

Tónleikur hevur altíð havt sítt serstaka pláss í Havn – upprunaliga sum frítíðarítriv. Mestsum glataðir vóru tátíðarinnar spælimenn á trappunum úti á Reyni, helt William Heinesen. Nú eru umstøðurnar munandi betri.

Um skúlan

Byggiharri:                 Tórshavnar kommuna

Arkitektar:                  Kontrast

Berandi verkfrøði:      HMP Consult

HVS og kloakk:          SMJ

El-innleggingar:          LBF

Akustikkur:                 Steingrund Akustik

Høvuðsarbeiðst.:       Húsavarðartænastan

Byggitíðarskeið:         Mai 2017-august 2019

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya