Ráðgevarablaðið: Hugsa ljóðið inn beinanvegin

23. november. 2020 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Koma ljóðviðurskiftini inn longu í projekteringini ber til at forða fyri, at vánaligur akustikkur og óljóð er til ampa fyri fólk, sigur Jóhannes Steingrund, serfrøðingur í akustikki.

Í nýggja bygninginum hjá BankNordik varð ull stappað í niðurhongdu listarnar uppi undir loftinum, og ljóðsimuleringar vórðu gjørdar av at kalla hvørjum stóli fyri at tryggja optimalu ljóðviðurskiftini í skrivstovulandslagnum.

-Tað besta er at fáa akustikkin við beinanvegin í projekteringini. Kemur akustikkurin inn seinni, gerst meira avbjóðandi at finna eina góða loysn, tí tá er trupult at broyta tilfar og konstruktiónir, sigur Jóhannes Steingrund, stjóri í Steingrund Akustik.

Sjúk av ljóði

Steingrund Akustik ráðgevur innan ljóð, bæði tá talan er um nýbygging, umbygging og í sertekniskum loysnum. Tað kann snúgva seg um óljóð millum rúm, eftirklangstíð ella trinljóð.

Eisini gera tey ljóðmátingar og útrokningar av óljóði frá virkjum, skipum o.ø. og ráðgeva um, hvussu óljóðið kann minkast.

Seinastu árini hevur Steingrund Akustik veitt ráðgeving í fleiri stórum byggiverkætlanum, m.a. Varðin Pelagic, Musikkskúlin, Skúlin á Fløtum, Skúlatrøð og BankNordik.

Eisini hevur Steingrund Akustik hjálpt arbeiðsplássum, har starvsfólk beinleiðis eru vorðin sjúk av vánaligum inniljóði.

Optimera pengar og tilfar

Við at leita sær serkøna akustikkráðgeving kunnu byggiharrar sleppa undan at brúka ov nógvan pening og orku til at ljóðtryggja bygningin. Summi brúka nevniliga ov nógv av ljóðsúgvandi tilfari fyri at tryggja seg.

-Tá brúkar tú óneyðuga nógvar pengar. Essensurin av verkfrøðini er at rokna út, hvussu tú fært sum mest burturúr fyri teir pengar og tilfar, tú hevur. Og tann optimeringin kann gerast, um eg sleppi við, sigur Jóhannes Steingrund.

Leinkja til Ráðgevarablaðið

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya