Ráðgevarablaðið: Tak støðu til virðini í bygdini

02. november. 2020 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Allar kommunur eiga at taka støðu til, hvørji støð hava serlig virði. Eisini eiga vit at byggja góð býarrúm til fólk at hittast, siga arkitektarnir, Rúni Abrahamsen og Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen.

Vit mugu hugsa meira í heildum, tá vit byggja.

Tørvur er á góðari býarplanlegging, sum gongur tvørtur um ættarlið, verjir náttúruna, tekur størri atlit til menniskju, og har landið ger yvirskipaðar raðfestingar.

Dna´ið hvørvur

Tað hendir tíverri alt ov ofta, at søguligir bygningar verða tiknir niður í Føroyum. Bygningar sum eru dna´ið í bygdini. Í nógvum kommunum er ongin skráseting av gomlu bygningunum, og hvat hevur siðsøguligt virði, siga Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen og Rúni Abrahamsen, stjórar hjá MAP Arkitektum.

Alt skal tó ikki varðveitast. Sumt er vánaligt og skal bara takast niður. Men kommunurnar mugu aktivt taka støðu til, hvat hevur týdning, siga tey.

Trivnaður og tað sosiala

Góð býarplanlegging skapar trivnað. Vit planleggja ov nógv eftir bilunum og ov lítið eftir menniskjum.

Fólk hava ein grundleggjandi tørv á sosialari interaktión. Vit skulu skapa almenn rúm, har tað er lætt at hittast uttan avtalu ella ørindi. Býarrúm sum savna fólk og minka um einsemi, siga MAP-arkitektarnir.

Trappan í Vágsbotni í Havn er eftir teirra tykki dømi um eitt gott býarrúm. Hon er vøkur, úr góðum tilfari, og tú kanst altíð seta teg at fylgja við í býarlívinum.

Integratión

Hesi rúmini kunnu t.d. hava stóran týdning fyri integratiónina, tá útlendingar flyta til Føroya. Ella tá fólk flyta til økið við Skálafjørðin, nú tunnilin letur upp. Góð býarrúm gera tað lættari at skapa sosial sambond, og tey skulu hugsast inn í bæði býlingar og miðøki.

Býarplanlegging eigur ikki einans at liggja í kommunala geiranum. Landið má eisini hava nakrar yvirskipaðar tankar um, hvussu lendið í Føroyum skal brúkast, og hvørji náttúruøki ikki mugu órógvast, halda arkitektarnar.

Leinkja til Ráðgevarablaðið

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya