Ráðgevarafelagið havt aðalfund

27. apríl. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndin afturvald.

Mikudagin 22. apríl var aðalfundur í Ráðgevarafelagnum. Svend Sivertsen og Árni Jakobsen stóðu fyri vali og vóru báðir afturvaldir. Sum eykalimir til nevndina vóru Mayfinn Norðoy og Hans Haraldsen valdir.

Í nevndini sita sostatt: Selmar Nielsen frá SNA, Eyðbjørn Brimnes frá LBF, Árni Jacobsen frá SMJ, Svend Sivertsen frá FuglArk og Runi Abrahamsen frá MAP arkitektum.

Í sambandi við aðalfundin, hevur Ráðgevarafelagið latið gjørt faldara (sí leinkju), sum lýsir vinnugreinina og tænstunar hon veitir.
Niðanfyri er ein samandráttur av frágreiðingini frá nevndini til aðalfundin.

Ráðgevarafelagið, sum var stovnað í 2006, hevur 27 limir kring landið, sum eru arkitektavirkir, verkfrøðingavirkir og byggifrøðingavirkir.

Endamálið við Ráðgevarafelagnum er m.a. at stimbra undir vinnuna, luttaka í kjakinum fyri betri umstøðum hjá vinnuni at virka undir og skipa fyri áhugatiltøkum til frama fyri limirnar.

Limirnir í felagnum ráðgeva og standa fyri leiðsluni í sambandi við m.a. nýbyggingar, tilbyggingar og anleggsarbeiðir. Anleggsarbeiðir kunnu vera havnir, brýr og tunlar.

Planlegging er ein annar týðandi partur av virkseminum. Talan kann vera um býarplanlegging, byggisamtykkir og planlegging av landsløgum.

Føroyska ráðgevaravinnan hevur drúgvar royndir og breiða vitan um øll sløg av arbeiðum, sum tørvur er á at fáa gjørt í Føroyum. Merkisvert er, at vinnan megnar at veita Føroyum at kalla allar neyðugar ráðgevara tænastur, tí føroysku fyritøkurnar hava royndirnar, vitanina og førleikarnar.

Ráðgevaravinnan strembar eftir, at hetta eisini í framtíðini verður so, tí fyrimunirnir við, at ráðgevingin verður veitt á staðnum, eru nógvir. Í fyrsta lagi verða vitanarstørv varðveitt í landinum. Í øðrum lagi er ráðgevingin smidligari, tá hon verður veitt í nærumhvørvinum. Í triðja lagi eru føroysku tímatakstirnir lægri enn í okkara grannalondum. Haraftrat kemur, at samfelagið hevur stórt gagn av, at vitanin um at byggja anlegg og bygningar eftir føroyskum fortreytum verður varðveitt og ment her á landi.

Ráðgevaravinnan er ein vitanarvinna, sum longu er í Føroyum, og sum kann mennast uppaftur meira í samstarvi við almennar myndugleikar og privata geiran. Tilsamans 116 vitanar størv eru í ráðgevaravinnuni, og fólkini, sum manna hesi størvini, megna at veita nærum allar ráðgevara tænastur innan bygging í Føroyum.

Stórar verkætlanir eru framdar í samfelagnum, sum føroysku ráðgevarafyritøkurnar lutvíst hava verið partur av, men tær kundu gjørt uppaftur fleiri av arbeiðunum. Um talan er um havnarløg, undirsjóvartunlar ella stórar bygningar, so er nóg mikið av førleikum í Føroyum til, at bara føroysk feløg kunnu veita tænasturnar í sambandi við arbeiðini.

Tí er tað hugstoytt, at avgerð er tikin um at verkætlanin Skálafjarðar-/Sandoyar leiðin skal projekterast í Norra.

Ráðgevarafelagið ætlar at taka samskifti upp við politisku skipanina um hetta, tí tað er beinleiðis í andsøgn við politiska viljan, sum var lagdur fram fyri einum ári síðani, har allir floksformenn við ein munn søgdu at hetta arbeiðið skuldi gerast í Føroyum.

Tað er lítið gagnligt fyri samfelagið at slíkar uppgávur ferð eftir ferð verða sendar av landinum – og beinleiðis í andsøgn við boðskapin um, at vit vilja hava okkara ungdóm at flyta heimaftur, eftir lokna útbúgving uttanlands.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L