Evnini verða: Byggileiðsla og eftirlit og fíggjarlig ábyrgd og umprojektering.
Skeiðið verður tann 10. mars frá kl. 9.00 til kl. 16.00 á Hotel Føroyum.
Tað er vinnugreinafelagið Ráðgevarafelagið, har arkitekta- og verkfrøðingarvirkir eru limir, sum skipar fyri skeiðnum fyri limunum og øðrum samstarvsfeløgum í samstarvi við FRI (Forening for rådgivende ingenører).
Skeiðið er býtt upp í tveir partar. Fyrrapartin er Byggileiðsla og eftirlit á skránni og seinnapartin er fíggjarliga ábyrgd og umprojektering á skránni. Undirvísari verður leiðandi løgfrøðingur Lars Hauberg, ALECTIA A/S, sum hevur drúgvar royndir í evninum.
Luttøkugjaldið er kr. 2.500 fyri limir í FRI og Rágevarafelagnum og kr. 5.000 fyri ikki limir.