Ráðgevarafelagið: Tryggið framhaldandi virksemið!

30. mars. 2020 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Ráðgevarafelagið skal við hesum boða frá, at ráðgevaravinnan, sum fyri tað mesta arbeiðir talgilt, longu hevur lagað sítt virksemi til ta undantaksstøðu, sum nú valdar.

Verður vinnan ikki skerd, ávirkar verandi støða ikki virkismøguleikarnar stórvegis, og hetta kann fáa avgerandi týdning fyri at varðveita arbeiðsplássini í byggivinnuni sum heild.

Korona-sóttin hevur havt við sær umfatandi heilsuligar avleiðingar kring heimin, og í summum londum hava avleiðingarnar verið vanlukkuligar. Átrokandi neyðugt var tí, at myndugleikarnir settu tiltøk í verk at basa smittuspjaðingini.

Tiltøkini hava tó við sær álvarsligar búskaparligar avleiðingar, eisini í Føroyum. Nógvir løntakarar eru sendir heim, og mangar fyritøkur eru hart fyrispentar. Hvussu leingi henda støðan hjá fleiri av fyritøkunum kann halda fram, er óvist í løtuni.

Ráðgevarafelagið tekur fult undir við, at tilmælini at basa smittuspjaðingini verða fylgd, men heitir eisini á myndugleikarnar um at hava høvdið kalt og ikki stíga á bremsuna, so verandi arbeiðir steðga upp, og verkætlanir í framtíðini verða útsettar.

Í undantaksstøðu er skjótt, at avgerðir verða seinkaðar ella als ikki tiknar, ikki minst tá fólk eru send heim at arbeiða.

Ráðgevarafelagið heitir á land og kommunur um at skipa so fyri, at málsviðgerðir og avgerðir verða avgreiddar til tíðina, so seinkingar og útsetingar ikki forða fyri framburði. Virksemið eigur at halda fram so óávirkað sum møguligt innan fyri givnar karmar.

Fyrr ella seinni fæst tamarhald á farsóttini, men spurningurin nú er, um hvøkkurin, vit hava fingið, fer at hava við sær so stórt varsemi, at samfelagshjólini steðga upp í langa tíð. Tað má ikki henda.

Mælt verður til, at land, kommunur og almenn feløg ganga á odda at gera skilagóðar og neyðugar íløgur og á tann hátt eftirspyrja vørur, tænastur og arbeiðsmegi – og kanska eisini framskunda ætlaðar íløgur.

Felagið heldur eisini, at um lániloftið hjá kommununum er ein forðing, eigur tað at verða hækkað, so brotasjógvurin, vit uppliva, ikki ger ov stóran búskaparligan skaða. Stór privat feløg eiga eisini at vísa dirvi og gera tær íløgur, sum gerast kunnu.

Ráðgevaravinnan er alsamt vaksin farnu árini, og vinnan er vitanarvinna við drúgvum royndum at byggja Føroyar út. Útbúgvingarstigið í vinnuni er høgt, og av tí, at tey flestu í vinnuni arbeiða talgilt, ávirkar verandi støða ikki virkismøguleikarnar hjá vinnuni nevnivert.

Latið okkum framhaldandi virka og byggja land, er okkara høvuðsboðskapur!

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L