Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnuhúsið at gera vinnuligar, samfelagsligar og búskaparligar greiningar, umframt at arbeiða fyri vinnugreinafeløg.
Í hesum døgum søkir Vinnuhúsið eftir ráðgeva. Ráðgevin skal taka sær av at gera vinnuligar, samfelagsligar og búskaparligar greiningar, umframt at arbeiða fyri vinnugreinafeløg, sí lýsing.
Freistin at lata umsókn inn er 20. sept. 2010.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Vinnuhúsið, Maritu Rasmussen stjóra á 309900.
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi