Ráðstevna 5. mars: Ferðavinna, kreavtivar vinnur og orkumál

04. mars. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ferðavinna, kreativar vinnur og orkumál eru á skránni í Norðurlandahúsinum í morgin frá kl 11.00.

5. og 6. mars fær Føroyar almenna vitjan úr Íslandi. Í íslendska ferðalagnum eru ráharrarnir  Steingrímur Sigfússon og Katrín Júlíusdóttir, sum fara at heilsa starvsfeløgunum sínum Jørgen Niclasen og Johan Dahl.

Á skránni er eisini ein ráðstevna har orkumál, ferðavinna og kreativar vinnur eru á skránni. Endamálið við ráðstevnuni er at fremja samstarv millum londini eisini innan hesi økir.

Føroykst íslendskt handilskamar hevur verið við til at fyrireika almennu vitjanina úr Íslandi og ráðstevnuna.

Skrá fyri tiltakið liggur á heimasíðunum hjá Vinnumálaráðnum www.vmr.fo og Norðurlandahúsinum www.nlh.fo

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya