Ráðstevna í Íslandi 21. og 22 nov. 2008 - The North Atlantic Economic Forum

06. oktober. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Altjóða ráðstevna um nýggjar vinnumøguleikar í Norðuratlantshavi, verður í Reykjavík 21. og 22. november 2008. Veðurlagsbroytingar, orkukeldur og náttúruríkidømi hava sett Norðuratlantshavið og Arktiska økið á altjóða breddan. Føroyar, Ísland og Grønland liggja mitt í hesum øki og kunnu vit við samstarvi standa munandi sterkari.

Ráðstevnan tekur støðið í, at Norðuratlantiska og Arktiska økið uppliva í hesum árum umfatandi veðurlagsbroytingar, og mett verður at komandi tíggju árini fara at hava stórar broytingar við sær á landafrøðina, vistfrøðisskipanina og á sosiala og búskaparliga bygnaðin. Hetta fer helst at ávirka týðandi vinnugeirar í Norðuratlantsøkinum, so sum oljuvinnu, námsvinnu, flutningsvinnu, fiskivinnu og ferðavinnu.
Endamálið við ráðstevnuni er at finna nýggjar vinnumøguleikar, sum hesar broytingar geva okkum. Sostatt verður hugt eftir fyrimununum heldur enn vansunum, orsakaðir av veðurlagsbroytingunum.
Ráðstevnan verður skipað í fýra høvuðsevni og varar í tveir dagar. Ráðstevnan verður sett av íslendska forsætisráðharranum, Geir H. Haarde.
Á ráðstevnuni verða eisini fýra verkstovur, hesar eru:
-  Búskaparrák - í heiminum og í Norðuratlantshavi
-  Náttúruríkidømi, burðardygg orka og vitanarbúskapur
-  Fríhandil og íløgumøguleikar í Norðuratlantshavi
-  Politisk menning og útlitini fyri samstarvi í økinum
Fyrilestrahaldararnir eru altjóða og lokalir serfrøðingar á hesum fýra økjum, umframt at vinnulívsfólk og ráðharrar úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi eisini fara at halda fyrilestrar.
The North Atlantic Economic Forum er eitt samstarv við North Atlantic Conference, sum er ein felagsskapur við limum úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum og Reykjavíkar Universitet, hvørs endamál er at leggja lunnar undir nýggjar samstarvshættir og búskaparliga menning í Norðuratlantshavi.
Ætlanin er at gera hetta við at hýsa ráðstevnum um evnir, sum hava felags áhuga hjá vinnuni og politiska geiranum í hesum trimum londum, og á henda hátt at birta uppundir nýggja vitan um møguleikar fyri menning í hesum økinum.
Í sambandi við ráðstevnuna verður skipað fyri flogferð úr Vágum til Reykjavíkar og aftur.
Meira sæst um ráðstevnuna á www.naef.is.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya