Mikudagin 12. november skipar Mentamálaráðið fyri útbúgvingarráðstevnu á Hotel Føroyum.
Landstýriskvinnan í Mentamálum hevur sett eina nevnd at endurskoða føroysku yrkisútbúgvingarnar og skipanina av hesum. Í nevndini sita umboð fyri Mentamálaráðið, Yrkisdepilin, vinnuskúlarnar og fyri vinnuna.
Ráðstevnan á Hotel Føroyum er liður í hesum endurskoðanararbeiði. Hon er ætlað øllum teimum, sum á ein ella annan hátt varða av og hava áhuga í yrkisútbúgvingunum og skipanini av útbúgvingunum, millum annað yrkisnevndir, lærupláss og arbeiðsgevarafeløg.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúlamálum, fer at seta ráðstevnuna. Harafturat fara Egil Guðmundsson, skúlastjóri á tekniska skúlanum í Reykjavík, Bente Søgaard, seniorráðgevi í vaksnamannaútbúgvingum (VOX) í Noregi, Hans Th. Hjort, ráðgevi í námsfrøði á Århus Business College, og Eyðun Gaard, formaður í endurskoðanarnevndini, at hava framløgur.
Fundarstjóri verður Jan Mortensen.
Ráðstevnan, sum er almenn og ókeypis, byrjar klokkan 10.00 og verður væntandi liðug klokkan 15.00.