Hósdagin 12. mai 2016 kl. 9 – 12 í fabrikkini hjá Öström
Kom og hoyr Dorte Wimmer frá Scandinavian Retail Institute greiða frá brúkaraatferðini hjá keypisterka ættarliðnum Y, sum eru ung millum 15 og 33 ár. Hoyr um hvussu øðrvísi hesi eru háttað í mun til ung í undanfarnum ættarliðum, og hvussu hin handlandi má vera til staðar uttan mun til nær, hvar ella hvussu hesi ungu ynskja at keypa. Hoyr eisini hvat Dorte Wimmer hevur at siga um framtíðina hjá staðbundna handilinum, sum vit kenna hann í dag.
Tiltakið er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri handli og sølu.
Luttøkukostnaður og tilmelding
Limir í Handilsvinnufelagnum:
- Kr. 0,- fyri ein luttakara í hvørjari limafyritøku
- Kr. 250,- fyri hvønn starvsfelaga sum kemur afturat
Luttakarar sum ikki eru limir í Handilsvinnufelagnum:
- Kr. 750,-
Tilmeldingin er bindandi og fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.
Seinasta freist at melda til er mánadagin 9. mai.
Skráin
Dorte Wimmer frá Retail Institute Scandinavia heldur fyrilestur um framtíðarinnar brúkara, um ættarliðið Y og Cross Channel.
Ólavur Ellefsen, stjóri á Tökni, hugleiðir um, hvørjar KT- møguleikar føroyska handilsvinnan hevur, og hvørjar væntanir føroyski brúkarin hevur til talgildar loysnir nú og í framtíðini.
Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur á Lóðri, leggur fram greining av støðuni í føroysku handilsvinnuni.