Ráðstevna um umhvørvisleiðslu og grøna marknaðarføring

09. mai. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í sambandi við umhvørvisvikuna, bjóðar Tórshavnar kommuna 13. mai kl.10.00 til ráðstevnu um umhvørvisleiðslu og grøna marknaðarføring í Norðurlandahúsinum.

Endamálið við ráðstevnuni er at seta fokus á umhvørvisleiðslu og grøna marknaðarføring. Ætlanin er, at ráðstevnan skal geva vinnuni íblástur og amboð í víðari menning innan umhvørvið.
Á umhvørvisráðstevnuni fer Margretha Nónklett, fólkalívsfrøðingur at tosa um dagsins rák, eina ferð gjøgnum føroyska gerandisdagin við einum djørvum boði uppá framtíðina.

Sámal av Reyni, søluleiðari hjá Reyni Service, fer at tosa um ISO-góðkenning, hvat skal til og hvat fyritøkan ætlar at náa við hesum átaki. Bárður Michelsen, leiðari á Kommunalu Brennistøðin, fer at tosa um CO2-roknskap, um hvussu burturkast frá vinnuni verður handfarið, og um tey tilboð, sum vinnan í kommununi kann gera nýtslu av í sambandi við burturkast.

Bo Møller Hansen, marknaðarleiðari í Føroya Keypssamtøku, fer at tosa um umhvørvistilvit og vistfrøði, og Hansina Dahl frá Føroyaprent fer at tosa um svanamerking. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, fer at tosa um burðardygga framleiðslu sum fortreyt fyri virkseminum hjá eini alifyritøku.

Tveir fyrilestrarhaldarar eru eisini komnir úr Danmark. Jonas Engberg, stjóri á deildini fyri burðardygt virksemi hjá IKEA, fer at røða um umhvørvisleiðslu sum part av virkseminum hjá IKEA. Síðan fer Klaus E. Christensen, umhvørvisráðgevi hjá Grundfos A/S, m.a. at tosa um, hvussu fyritøkan hevur styrkt sín umhvørvisprofil við fleiri av teirra vørum.

Aftaná verður handað ein umhvørvisviðurkenning.
Tilmelding á uv@torshavn.fo innan 9. mai.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya