Rætturin gav arbeiðsgevara viðhald

04. apríl. 2011 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Uppsøgd kvinna, sum fekk viðhald í Javnstøðunevndini, fekk ikki viðhald í Føroya Rætti.

Føroya Rættur hevur givið til kennar, at arbeiðsgevari hevur lyft prógvbyrðuna í mun til uppsøgn av kvinnu, sum var við barn.
Málið snýr seg um, at ein kvinna, sum varð sett í starv hjá einum av limum Føroya Arbeiðsgevarafelags, var saman við seks øðrum í november 2008 uppsøgd, tí fyritøkan mátti tillaga virksemi til búskaparligu støðuna í Føroyum.
Kvinnan var byrjað í starvinum ein mánaða undan uppsøgnini og metti ikki, at fíggjarstøðan hjá fyritøkuni kundi vera broytt so nógv hesa stuttu tíðina. Kvinnan metti, at hon var uppsøgd, tí hon var við barn, og kærdi málið til Javnstøðunevndina. Ein meiriluti í Javnstøðunevndini metti, at hon hevði verið fyri týðandi mismuni vegna viðgongu og gav henni viðhald sambært § 6 í javnstøðulógini. Eisini varð mælt til eina samsýning á 230.000 kr til kvinnuna frá fyritøkuni.
Fyritøkan var als ikki samd við Javnstøðunevndina og vildi tí ikki rinda nevndu samsýning. Kvinnan legði tí málið fyri Føroya Rætt. Dómur varð ikki sagdur í málinum, av tí at kvinnan tók málið aftur, eftir at Føroya Rættur skrivliga hevði givið til kennar, at arbeiðsgevarin fór at verða frífunnin í málinum.
Rætturin legði til grund fyri frífinningini, at arbeiðsgevarin hevði lyft prógvbyrðuna fyri, at avgerðin um uppsøgnina ikki var grundað á viðgonguna hjá kvinnuni. Rætturin legði m.a. dent á, at arbeiðsgevarin hevði tikið avgerð um uppsøgnina, áðrenn hann varð kunnaður um, at kvinnan var við barn. Tað, at kvinnan hevði verið í starvi so stutt, broytti ikki hetta.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya