Rasmus gjørdist fyrsti føroyameistari fyri el-lærlingar

01. apríl. 2019 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Í sera tættari og spennandi kapping gjørdis Rasmus Poulsen FM vinnari.

Rasmus Poulsen er í læru hjá LM Electric. Rasmus luttók í FM fyri handverkslærlingar 28. feb og 1. mars á Torginum í SMS, hann var tann eini av fýra sum kappaðust innan el-fakið. Rasmus avrikaði øgiliga væl til kappingina, og gjørdist eisini FM-vinnari. Her setir Rasmus orð á sína luttøku í FM kappingini, hví hann valdi at fara undir yrkisútbúgving og hvat hann dámar væl við sínum læruplássi.

- Formaðurin hjá mær ringdi til mín og spurdi um eg ikki hevði hug at luttaka í FM. Í fyrstu atløgu hugsaði eg at siga “nei”, men aftaná at hava hugsað um tað, so valdi eg at luttaka. Eg visti ikki veruliga hvat tað innibar at luttaka, og visti faktiskt ikki av at tað var í SMS. Men sum elektrikaralærlingur, so eri eg vanur við at arbeiða á m.a. kontórum hjá fólki, umframt at arbeiða við stórum verkætlanum, sum t.d. á Glasi, har sum nógv fólk ganga rundan um ein allan dagin. So tankin um at kappast í SMS, ávirkaði meg ikki tað stóra.

- Hetta vísti seg at eisini at passa nokkso væl, tí tá ið kappingin var í gongd, so var eg so mikið konsentreraður, at eg føldi ikki at eg bleiv forstýraður. Hóast at kappingin var í SMS og fólk gingu rundan um meg og hugdu ein stóran part av tíðini.

Hví yrkisútbúgving?

- Eg byrjaði sum tekniskur studentur, men fann nokkso skótt útav at eg ikki ordiliga tímdi at ganga í skúla akkurát tá. So eg valdi at gevast í skúlanum, og royna okkurt annað. Tað endaði við at eg fór til skips í eina tíð, og aftaná eg hevði gjørt tað, so fór eg fyrst á SIT í Havn, og tá ið eg manglaði eina viku av síðsta skeiðnum, so søkti eg lærupláss í LM og fekk tað eisini.

- Orsøkin til at eg fór undir el-útbúgving, var tí at eg ætli mær at verða verkfrøðingur og el-útbúgvingin gevur mær góðar møguleikar til hetta, tá ið eg eri blivin útlærdur. Annars so dámar mær væl at fáa ting at rigga, mær hevur altíð dámt væl at arbeiða við hondunum og eg haldi tað er stuttligt at finna feilir og so á ein ella annan hátt loysa hesar feilirnar.

Hvat er gott við tínum læruplássi?

- Tað er ein stór fyritøka, sum fæst við alt innan el. Vit gera eitt sindur av øllum, t.d. alt frá alarmskipanum til hurðaskipanir, umframt nógv størri verkætlanir. Tað haldi eg er gott, tí so sleppur mann at royna eitt sindur av hvørjum og tað er gevandi.

- Av tí at tað er ein stór fyritøka, so er tað eisini lætt at finna vinfólk, tí har eru so nógvar persónligheitir. Og so dugir LM eisini væl at skipa fyri tiltøkum, sum økir um trivnaðin og sum ger tað stuttligt at arbeiða í fyritøkuni, t.d. vóru vit og ferðaðust í Riga tað eina árið.

- Um tær dámar væl at vera aktivur og dámar væl at síggja úrslit nokkso skjótt, so haldi eg tað er skilagott at fara undir yrkisútbúgving og kann bara viðmæla øðrum at gera tað sama.

Navn: Rasmus Poulsen
Føðidato: 2. Juli 1997
Bústaður: Sandoy
Avlærdur: september 2019

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L