Regin nýggjur nevndarlimur

20. apríl. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Ráfiskakeyparafelag hevði aðalfund 14. apríl.

Á aðalfundinum stóðu Jógvan Gregersen (Vaðhorn) og Joen Magnus Rasmussen (Tavan) fyri vali. Joen Magnus varð afturvaldur, meðan Jógvan bar seg undan afturvali. Í hansara stað valdi aðalfundurin Regin Mikkelsen (Rainbow Seafood) til nýggjan nevndarlim. Hinir nevndarlimirnir í Føroya Ráfiskakeyparafelag eru Simon P. Jacobsen (Faroe Seafood), Páll Gregersen (Fiskavirkið) og Petur H. Mohr (Norðís). Tiltakslimur er Ludvík við Stein (Thomson). Nevndin hevur ikki skipað seg síðani aðalfundin.

Á aðalfundinum varð ársfrágreiðingin hjá felagnum eisini løgd fram og kann hon takast niður her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya