Reiðarafelagið fyri Farmaskip havt aðalfund

23. september. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndin heldur fram óbroytt.

Týsdagin 17. september hevði Reiðarafelagið fyri Farmaskip ársaðalfund.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Rúni V. Poulsen og Gunnbjørn Joensen. Báðir tóku teir við afturvali og vórðu valdir.

Nevndin skipaði seg við Annfinn V. Hansen sum formanni og Jens Meinhard Rasmussen sum næstformanni. Hinir nevndarlimirnir eru Kaj M. Petersen, Hentzar Steingrímsson, Jónas Sigmasson, Rúna V. Poulsen og Gunnbjørn Joensen.

Í frágreiðing nevndarinnar frá farna ári fegnaðist formaðurin, Annfinn V. Hansen, um, at FAS framhaldandi er í vøkstri, og at Føroyar nú eru á hvíta lista hjá ParisMou. Hann nevndi, at um shippingvinnan framhaldandi skal vaksa í Føroyum, er neyðugt, at fortreytirnar eru stabilar og góðar. Tað hevur týdning, at lógarverkið verður gjørt við atlitið til veruleikan sæddan við føroyskum eygum, og at umsitingin av reglum, sum ávirka skipanina, verður framd við støði í føroyskum viðurskiftum. Sum dømi um, at hetta ikki altíð verður gjørt, nevndi hann, at í skattaskipanini er ein mismunur millum ein føroying við føroyskum reiðaríi og ein føroying við útlendskum reiðaríi. Hetta eigur ikki at koma fyri, og versnar um kappingarførið hjá føroysku reiðaríunum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya