Reiðarafelagið fyri Farmaskip havt aðalfund

29. februar. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndin heldur fram óbroytt

Hósdagin 25. februar hevði Reiðarafelagið fyri Farmaskip ársaðalfund sín. Jens Meinhard Rasmussen legði fram nevndarfrásøgnina, og segði hann m.a. soleiðis:

“Tað er ymiskt, hvussu árið hevur hilnast í vinnuni. Offshore er sum heild í svárari kreppu og hevur stórar avbjóðingar fyri framman vegna kollaps í oljuprísum og minkandi leitivirksemi. Harumframt ávirka støðan í Russlandi og stórar korruptionsgølur í Brasilia marknaðin neiliga. Kreppan væntast at verða long.

Fyri aðrar partar í vinnuni gongur betur. Tangaskipsmarknaðurin hevur havt eina positiva gongd í seinastuni, og lækkandi oljuprísir hava eisini havt eina jaliga ávirkan á partar í vinnuni.

Kappingin er sum altíð hørð, tí reiðaríini virka á altjóða marknaðinum. Tí er tað umráðandi fyri vinnugreinina framhaldandi at hava støðugar karmar og at vera kappingarfør í mun til reiðaríir undir øðrum flaggi. Umframt at vinnan sjálvsagt javnt tillagar seg til umstøðurnar, so hevur tað týdning, at føroysk lóggáva, reglur og umsiting ikki leggur óneyðugar byrðar á vinnuna. Tað eru millum annað viðurskifti í sambandi við FAS, sum eiga at verða dagførd, soleiðis at føroysk skip kunnu kappast á jøvnum føti við onnur. RFF hevur javnan samband við politikarar og umsiting, soleiðis at ikki óneyðugir fótonglar verða lagdir fyri vinnuna.

Undan valinum í september 2016 vísti RFF á, at tørvur var á eini yvirskipaðari maritimari strategi. Felagið fegnast tí um, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur tikið stig til hetta og hevur sett ein bólk at gera uppskot til eina maritima strategi.”

Til ber at lesa alla frágreiðingina her.

Av sitandi nevndarlimum stóðu Jónas Sigmarsson, Hentzar Steingrímsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen fyri vali, og vórðu teir allir afturvaldir. Umframt hesar sita eisini Jens Meinhard Rasmussen, Gunnbjørn Joensen og Rúni V. Poulsen í nevndini.

Nevndin hevur skipað seg við Jens Meinhard Rasmussen sum formanni og Hentzar Steingrímsson sum næstformanni.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L