Hósdagin 27. februar skipaði Visit Faroe Islands fyri hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum, har Ársins Ambassadørur 2020 og Ársins Ambassadørátak 2020 vóru kosin. Eisini lat dómsnevndin ein serligan heiður til Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Í juni 2019 var Reiðarafelagið fyri Handilsskip vertur fyri aðalfundinum hjá International Chamber of Shipping (ICS). ICS er fremsta altjóða vinnugreinafelagið fyri handilsskipareiðarar og umboðar yvir 80% av altjóða handilsflotanum. Skipað var fyri trimum døgum við m.a. fundarvirksemi og útferðum kring landið.
Visit Faroe Islands grundgav soleiðis fyri heiðrinum:
Føroyar bjóðaðu stórum ráðstevnubýum sum Hong Kong og Istanbul av, tá Reiðarafelagið fyri Handilsskip bjóðaði altjóða reiðarafelagnum International Chamber of Shipping til Føroya at halda teirra árliga fund. Felagsskapurin, sum vanliga heldur teirra fund á fimm-stjørnaðum hotellum, hildu hesaferð fundin í fimm-stjørnaðari náttúru, fimm-stjørnaðari frískari luft og við fimm-stjørnaðum føroyskum laksi. Eftirmetingarnar vísa, at hetta eydnaðist framúr, og at luttakararnir vóru betri nøgdir enn nakrantíð.
Ársins Ambassadørur 2020 gjørdist Birgit Andersen frá felagnum Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Heiðurin Ársins Ambassadørátak 2020 fingu Magni Mohr og May-Britt Skoradal fyri ráðstevnuna Football is Medicine.