Samráðingar Millum RFH Og FSN (Vika 5)

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya skipara- og navigatørfelag hava handað krøv

27. januar. 2025 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar

Mánadagin 20. januar byrjaðu samráðingarnar fyri skiparar og navigatørar á handilsskipum, tá ið partarnir handaðu hvørjum øðrum krøvini til samráðingarnar um nýggjar sáttmálar fyri handilsskip.

Samráðingarfundur var í farnu viku, og í februar hittast partarnir aftur at samráðast víðari.

Sáttmálarnir fyri handilsskip við tey trý manningarfeløgini ganga út 1. mars 2025. Samráðingarnar við Maskinmeistarafelagið eru byrjaðar, og samráðingarnar við Fiskimannafelagið byrja mikudagin 29. januar.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL