Semjan um nýggju sáttmálarnar er á sama støði sum hinar semjurnar, ið gjørdar eru á privata arbeiðsmarknaðinum hesa samráðingarrunduna.
Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH), Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag skrivaðu fríggjadagin 1. mars undir semju um nýggjar tvey-ára sáttmálar. Talan eru um 9 sáttmálar tilsaman. Við hvørt felag er ein yvirskipaður sáttmáli og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip.
Við semjuni verða sáttmálarnir longdir til 1. mars 2021 við ávísum broytingum. Eftirlønin hækkar 1. mars 2019 til 11,25 % og aftur 1. mars 2020, tá hon verður 12,50 %. Tilsamans hækka løn og eftirløn við ávikavist 3,26 % fyrra árið og 2,56 % seinna árið. Hetta er sama hækking, sum feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum annars hava fingið í hesi samráðingarrunduni.
Nú er sostatt semja um allar sáttmálarnar, sum RFH hevur við manningarfeløgini, og RFH fegnast um, at samráðingarnar ikki hildu á langt útyvir, at gomlu sáttmálarnir fóru úr gildi.
Allir sáttmálarnir ganga til 1. mars 2021.