Reiðarafelagið fyri Handilsskip undirskrivað nýggjar sáttmálar við tey trý manningarfeløgini

01. mars. 2021 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar

Í farnu viku varð komið á mál við sáttmálasamráðingunum við Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag. Semjurnar eru á sama støði sum hinar semjurnar, ið gjørdar eru á privata arbeiðsmarknaðinum hetta samráðingarumfarið.

Sáttmálarnir verða longdir til 1. mars 2023 við ávísum broytingum. Samlaði útreiðslukarmurin er 2,05% fyrsta árið, og 1,25% annað árið.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur 9 sáttmálar við manningarfeløgini. Við hvørt felag er ein høvuðssáttmáli og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip.

Nýggju sáttmálarnir koma í gildi 1. mars 2021.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya