KT Felag Nevnd 2025
KT-Felagið

Reimund nýggjur í nevndini hjá KT-felagnum

28. apríl. 2025 | Tíðindi | KT- og samskifti

Reimund Langgaard er valdur inn í nevndina hjá KT-felagnum, meðan Ulla Joensen heldur fram sum forkvinna

Mikudagin 23. apríl savnaðust limirnir í KT-felagnum til árliga aðalfundin. Millum málini á skránni var nevndarval. Ulla Joensen og Gudny Langgaard vórðu báðar afturvaldar, meðan Fróði Magnussen ikki heldur fram í nevndini.

Í hansara stað var Reimund Langgaard valdur sum nýggjur nevndarlimur, og soleiðis kemur nýtt andlit inn í felagsarbeiðið. Hann kemur við góðum innliti og einum brennandi áhuga fyri at menna KT-vinnuna.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg, og Ulla Joensen heldur fram sum forkvinna. Ulla hevur verið forkvinna síðani 2018 og hevur staðið á odda fyri fleiri týðandi átøkum, sum hava styrkt arbeiðið hjá felagnum og sett KT á dagsskránna í Føroyum.

Við eini nevnd, sum er væl skipað, og einum felagsskapi, sum trýr upp á framtíðina, er KT-felagið til reiðar at taka næstu fetini. Endamálið er at tryggja, at Føroyar hava eina kappingarføra og sjálvberandi KT-vinnu, sum kann virka undir góðum og framskygdum karmum.

Nevndin er mannað soleiðis:

  • Ulla Joensen, Elektron
  • Gudny Langgaard, Nema
  • Ólavur Ellefsen, Flowcore
  • Kristian R. Davidsen, Føroya Tele
  • Snæbjørn B. Jacobsen, Stýr
  • Reimund Langgaard, Intra

Les meira um KT-felagið her.

Mynd
Uttast frá vinstru: Snæbjørn B. Jacobsen, Reimund Langgaard, Ulla Joensen, Gudny Langgaard og Kristian R. Davidsen. Ólavur Ellefsen manglar á myndini.

Annað á breddanum

  1. Eyðvør heldur fram sum forkvinna

    Nevndin í Handilsvinnufelagnum er óbroytt, og Eyðvør Berg heldur fram sum forkvinna

    28. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    Handilsvinnufelag Nevnd 2025
  2. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  3. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald