Á eykaaðalfundi hósdagin 4. september vórðu tveir nýggir limir valdir í nevndina
Nevndin higartil hevur verið mannað av Allan Dalsgarð, Gunvá við Keldu og Petur Mohr Reinert. Orsakað av, at bæði Allan Dalsgarð og Petur Mohr Reinert hava sagt seg úr nevndini, hevði felagið 4. september eykaaðalfund at velja nýggjar nevndarlimir fyri hesar báðar. Í nevndini sita nú Høgni Rasmussen, formaður, Gunvá við Keldu, næstformaður, og Niels Uni Dam.
Nýggja nevndin hevur sett sær sum mál at gera Reklamufelagið meiri sjónligt bæði mótvegis limum felagsins, men eisini mótvegis politisku myndugleikunum. Millum annað er ætlanin at skipa fyri kunnandi fundum um viðkomandi lógir og skipanir.