Reklamufelagið skiftir navn til Samskifti

22. juni. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á aðalfundinum fríggjadagin 12. juni varð avgjørt, at Reklamufelagið framyvir skal eita Samskifti.

Valt var at skifta navnið, tí at ein alt størri partur av arbeiðinum hjá limunum í Samskifti snýr seg um virkissamskifti og samskiftisráðgeving. Herundir er sniðgáva og reklama ein natúrligur partur.
Yvir sjeyti væl útbúgvin og roynd fólk starvast hjá føroyskum samskiftisvirkjum. Hesi fólk hava hægri útbúgvingar innan samskifti, marknaðarførslu, búskap, filmsgerð og sniðgávu. Nøkur eru sjálvlærd. Harafturat arbeiðir ein røð av handverkarum í samskiftisvinnuni.
Føroyska samskiftisvinnan hevur fleiri fólk í starvi við altjóða royndum, nøkur føroysk samskiftisvirki hava deild í øðrum landi, og føroysk samskiftisvirki hava vunnið altjóða viðurkenningar. Nøkur av starvsfólkunum hava eisini vunnið virðislønir uttanlands.
Við navnaskiftinum verður latið upp fyri, at onnur virki, sum arbeiða við samskifti og samskiftisráðgeving, kunnu gerast limir.
Við at felagið Samskifti gerst so stórt um gjørligt, verður lættari at gera vart við samskiftisvinnuna sum eina týdningarmikla vinnu í Føroyum, og lættari verður at røkka ígjøgnum til almennu myndugleikarnar.
Í nýggju nevndina hjá Samskifti vóru vald Høgni Rasmussen, Niels Uni Dam og Torkil Johannesen. Úr nevndini fór Gunvá við Keldu, ið ikki stillaði uppaftur. Nevndin hevur ikki skipað seg enn

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya