Sølan av nýggjum bilum er nógv minkað í sambandi við corona, men stjórin í Reyni Service er kortini bjartskygdur.
- Hetta er ikki tíðin, vit selja mest bilar, men vit merkja týðiliga, at tað er meiri friðarligt, enn tað plagar. Fólk bíða eftir, hvønn veg tað ber, sigur Sámal av Reyni, stjóri hjá Reyni Service.
Tey byrjaðu at síggja minkingina í søluni, eftir at smittan var staðfest í Føroyum. Sámal av Reyni metir, at sølan av nýggjum bilum er minkað munandi hesar vikurnar sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Hvussu tað verður eftir 1. mai, tá frítíðarlønin er útgoldin, er ringt at spáa um, men tað kemur óivað at vera minni trýst á enn undanfarin ár, metir hann.
Nógv søla seinastu árini
Seinastu árini eru seldir sera nógvir bilar. Tí var væntandi, at sølan einaferð fór at minka. Men at tað skuldi vera so knappliga og so ógvusliga, var tað ikki nógv sum høvdu væntað, sigur Sámal av Reyni.
Stjórin í Reyni Service er tó bjartskygdur.
- Sølan er ongantíð steðgað upp. Og hóast væl færri fólk komu á gátt, er longu framstig at hóma í mun til vitjanir. Fleiri ringja og senda fyrispurningar við telduposti. So hóast sølan er nógv minkað, fara framvegis nýggir bilar úr túninum í hesum døgum.
Bilskaðadepilin koyrir væl
Virksemið á bilskaðadeplinum hjá Reyni Service er ikki stórvegis ávirkað. Har er framvegis nógv at gera, og fólk hava ikki útsett tíðir til verkstaðsvitjanir. Tað tykist sum nógv fólk arbeiða heima og væl kunnu vera bilin fyri uttan í nakrar dagar, sigur Sámal av Reyni.
Gott 50 fólk starvast hjá Reyni Service, sum fevnir um m.a. bilsølu, goymslu, bilútleigan, reingerð av bilum, mekaniskt og plátuverkstað. Fyritøkan hevur deild í Havn og Klaksvík.
Skipa arbeiðið øðrvísi
Reyni Service hevur skipað arbeiðið øðrvísi fyri at minka um avleiðingarnar av einum møguligum sóttarhaldi. Starvsfólkini arbeiða í toymum. Meðan annað toymið er til arbeiðis, er hitt heima, og síðani verður skift eftir nakrar dagar. Hetta ber til, tí virksemið á flestu deildunum hevur verið væl minni enn vanligt, og tí at summi kunnu arbeiða heimanífrá.
Hjálparpakkar
Sámal av Reyni fegnast um møguleikan at gera brúk av serligu hjálparpakkunum, sum landið hevur sett í verk í sambandi við corona.
Tey brúka lønarískoytisskipanina hjá ALS partvís til starvsfólkini.
- So er tað eisini gleðiligt, at gjaldsfreistin at rinda fyri tollkredittin er útsett við 90 døgum. Bilar eru jú vørur í dýrara endanum, og harvið er tollgjaldið eisini stórt.
Góð útlit – hóast alt
Sámal av Reyni væntar, at føroyingar hava góðar møguleikar at koma væl burturúr corona-avbjóðingunum.
- Tað tykist sum at tamarhald er á smittuni í Føroyum. Støðan er verri í flest øðrum londum, og tað tekur væntandi longri tíð hjá teimum at koma fyri seg.
Okkara høvuðsútflutningur er matvørur. Fólk hava brúk fyri mati, og tann útflutningurin kemur í rættlag, tá marknaðirnir lata uppaftur, væntar Sámal av Reyni.
- Hóast ferðavinnan tekur dik á seg, og er við at gerast ein sera týðandi partur av samlaða búskapinum, so eru helst fleiri onnur lond, sum vera harðari rakt á tí økinum. Ein annar glotti er, at hendan støðan helst bara er fyribils - veruliga arbeiðsloysið er framvegis metlágt. Tey, sum í løtuni fáa sítt lønarískoyti frá ALS, sleppa væntandi aftur til sítt starv aftur í nærmastu framtíð.
So samanumtikið eru fleiri viðurskifti, sum gera, at Føroyar kunnu koma væl gjøgnum avbjóðingarnar, heldur stjórin í Reyni Service.