"Aftur í ár er tað mín heiður at ynskja tykkum hjartaliga vælkomnum til Vinnudagin 2015. En særlig hilsen til vores udenlandske gæster som i år kommer fra Norge, Danmark og fra London. Hjertelig velkommen til Færøerne og til Industriens dag.
Í ár er tað 16. ferð, at Vinnudagurin er og enn einaferð kann eg ásanna, at tit, sum vara av føroyskum vinnulívi, eru møtt fjølment. Tað fegnist eg um og takki tykkum fyri. Eg fegnist eisini um, at so fleiri løgtings- og landstýrisfólk eru møtt. Hjartaliga væl komin, og eg vil nýta høvið at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við nýggju sessunum! Og roynið nú at sita í teimum í frið eina góða stund!
Endamálið við Vinnudegnum er at geva vinnufólki og annars teimum, sum vara av og mynda vinnuna, høvi til at hittast til fyrilestrar, netverkan og at savnast um føroyska vinnulívið. Vit leggja karmarnar til rættis, og tit fylla teir út.
Endamálið er eisini at varpa ljós á vinnuna í almenna rúminum, at skapa stoltleika við at velja Ársins Virki og Ársins Átak, og at geva okkum stundir at gleðast um tað, sum hevur gingið væl.
Tað gongur væl í føroyskum vinnulívi. Eftirspurningurin eftir okkara vørum og tænastum er stórur og í allar flestu vinnugreinum og vinnufyritøkum gongur væl. Tað er stuttligt og gevur rúm fyri nýggjum verkætlanum og vøkstri. Hugaligt er eisini at síggja, at hugskotsríkidømi er millum føroyingar, og at íverksetarar við støði í verandi vinnu, men við nýggjari og mentari tøkni, bjóða seg fram.
Nýggj samgonga hevur akkurát tikið við og sett út í kortið fyri komandi árini. Gleðiligt er, at samgongan raðfestur at betra um handilsmøguleikarnar hjá føroysku útflutningsvinnuni og vil arbeiða fyri at skapa betri vinnuligar fortreytir á heimamarknaðinum. Sett er eisini út í kortið at fremja eina fiskivinnunýskipan, har spurningurin um tilfeingisgjøld ivaleyst verður viðgjørdur.
Harumframt er eisini ætlanin at seta eina skattakommisjón at arbeiða við at styrkja føroysku kappingarevnini um arbeiðsmegina. Hetta, halda vit, er neyðugt og skilagott. Men vit vilja staðiliga heita á okkara politikarar um ikki at gloyma at taka vinnuna og onnur viðkomandi við, soleiðis at skilagóðar loysnir bera á mál.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sum mál at arbeiða fyri stabilum kørmum fyri føroyska vinnu. Hetta merkir ikki, at ongar broytingar skulu gerast, men at tað, sum verður gjørt, hevur eitt langsiktað endamál, sum í einum og øllum er við til at tryggja kappingarføri hjá vinnuni.
Ein tann størsta avbjóðingin, nýggja samgongan hevur, er at betra um haldføri í føroyska búskapinum. Hetta er neyðugt eisini fyri at tryggja stabilar vinnukarmar. Nú er lagaliga løtan, tí tað gongur væl í føroyska búskapinum
Fólkatalið kvinkar uppeftir og arbeiðsstyrkin somuleiðis, arbeiðsloysið er fallið munandi, og tískil er arbeiði nærum til allar hendur. Hetta er frálíka gott, men er eisini ein avbjóðing. Neyðugt er at taka stig til at fyribyrgja lønarglíðing, og tí verður neyðugt at taka tøk fyri at tryggja vinnuni atgongd til arbeiðsmegi.
Fyrilestrarnir á Vinnudegnum í ár nerta allir við týdningin av altíð at verða til reiðar at gera neyðugar tillagingar fyri at tryggja vinnulívinum bestu umstøðurnar. Eisini snúgva teir seg um, hvussu vinnan skal brynja seg til framtíðina, tá tað ræður um týdningarmiklastu tilfeingini, nevniliga kapital og starvsfólk.
Vit vóna og vænta, at tit í dag fáa íblástur til komandi tíðirnar.
Kjakið í ár hevur yvirskriftina: Hvussu skapa vit 1000 nýggj arbeiðspláss í Føroyum? Hetta er ein ambitiøs yvirskrift, men meta vit, at tað er alneyðugt at seta fokus á hetta, soleiðis at vit verða før fyri varðveita tað vælferðarsamfelag, sum vit í dag hava. Ætlanin er at skapa kjak um henda spurningin í vinnuni, politisku skipanini og í samfelagnum annars.
Fólkavøkstur og tilflyting er framvegis eitt stór mál, sum eisini hendan samgongan raðfestur. í hesum høpi er fleiri arbeiðspláss ein týdningarmikil liður í at náa málinum um fólkavøkstur og ein haldføran búskap.
Tá fakligi parturin av degnum er av, hittast vit aftur til veitslu á Hotel Føroyum. Tá gleðast vit saman við Ársins Virkið og Ársins
Átakið og fagna føroyska vinnulívið í álvara og gaman – men tó kanska meira í gaman.
Takk fyri og hjartaliga vælkomin."