Røða hjá formanninum í Føroya Arbeiðsgevarafelag á Vinnudegnum 2016

02. oktober. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag fari eg við hesum at bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin til Vinnudagin 2016. Tað er mær ein frøi saman við tykkum at hátíðarhalda føroyskt vinnulív og heiðra tey, sum í dag verða vald til Ársins Virki og Ársins Átak.

Jeg vil også gerne bruge lejligheden til at ønske både vores færøske og vores udenlandske foredragsholdere hjertelig velkommen. Vi ser frem til at høre jeres foredrag i dag.

Tað er lítið at ivast í, at Føroyar eru eitt av teimum mest vælbjargaðu londunum í heiminum. Og í pørtum av vinnuni gongst heilt væl, meðan aðrar vinnugreinar í løtuni stríðast fyri at fáa tingini at mæla runt. Men bæði tá tað gongst væl, og tá tað gongst minni væl, er viljin at fáa tingini at bera til eitt eyðkenni fyri føroyska vinnu, og dugnasemi er eitt eyðkenni fyri arbeiðsmegina hjá okkum.

Vit mugu tó ásanna, at teir møguleikar og tær broytingar, sum liggja fyri framman, kunnu vera avbjóðandi.

Vit hava megnað at fylgt við og brúkt tøkniliga framburðin seinastu 30 árini, hóast hann hevur verið stórur, og tað hevur gingið skjótt. Komandi árini fara tó allarhelst at ganga uppaftur skjótari í mun til tøkniligar broytingar, og tað er umráðandi, at vit gera okkum klár til hesa menning og læra okkum at gagnnýta hana. Annars kunnu vit missa fótafesti og ikki klára okkum í kappingini.

Evnini á skránni í dag peika inn í framtíðina. Ta framtíð, sum vit øll við vissu vita, at vit ikki vita nóg nógv um. Sjálvandi hava vit eitt ávíst innlit í, hvaðar tøknin er í ferð við at flyta okkum, og vónandi fáa vit hetta meira ítøkiliggjørt í fyrilestrunum í dag. Bæði í mun til sjálva tøknina, men eisini í mun til, hvussu vit flyta okkum fram. Og so fáa vit eitt – allarhelst tiltrongt – prik til endans.

Skulu vit verða før fyri at taka á okkum komandi avbjóðingar, soleiðis at vit framhaldandi hava eitt kappingarført føroyskt vinnulív, er neyðugt at sett verður út í kortið.

Vinnan hevur tørv á starvsfólki við teimum røttu førleikunum. Og tað eru allir handa førleikar – ikki bara teir akademisku førleikarnir. Vit mugu eisini leggja okkum eftir at varðveita teir handaligu førleikarnar. Ungdómur okkara má og skal kunna ogna sær bæði sløg av førleikum í Føroyum.

Vinnan hevur tørv á støðugum karmum. Vinnan má vita hvørjar treytirnar eru fyri at reka vinnuligt virksemi, og at treytirnar verða tillagaðar og mentar á ein forútsigiligan hátt.

Karmarnir um vinnuna hava altíð tørv á at verða tillagaðir til tað betra, hvat tað so enn er. Men tað er sjálvdan – fyri ikki at siga ongantíð –  at tørvur er á at venda øllum á høvdi. Nýskipan er vorðið eitt politiskt buzz-orð, og er ein máti hjá politikkarum at fortelja okkum, at nú gera teir veruliga okkurt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur dent á at tala vinnunar søk til frama fyri støðugum og góðum kørmum. Og Vinnudagurin er avgjørt eitt tiltak, sum skal fremja samanhald og styrki millum einstøku vinnufyritøkurnar, so tit samlaðar kunnu standa sum vinnan.

Vælkomin øll somul!

Njótið nú dagin – bæði í Norðurlandahúsinum í dag og veitsluna á Østrøm í kvøld.

Eg fari at ynskja tykkum ein góðan Vinnudag og gevi orðið til Aksel V. Johannesen, løgmann.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L