Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, helt á Vinnudegnum 2013 hesa røðu:
“Aftur í ár er tað mín heiður at ynskja tykkum hjartaliga vælkomnum til Vinnudagin 2013. En særlig hilsen til vores udenlandske gæster som i år kommer fra Danmark, Grønland og Norge. Hjertelig velkommen til Færøerne til Industriens dag som er den 13 af sin slags, og derfor må siges at være blevet en tradition, som færøsk erhvervsliv ser frem til hvert år.
Í ár er tað 13. ferð, at Vinnudagurin verður fyriskipaður og enn einaferð kann eg ásanna, at tit sum vara av føroyskum vinnulívi eru møtt mannsterk. Tað fegnist eg um og takki tykkum fyri. Eg fegnist eisini um, at so nógv løgtings- og landstýrisfólk eru møtt. Hjartaliga vælkomin!
Endamálið við Vinnudegnum er at geva vinnufólki og annars teimum, sum vara av og mynda vinnuna, høvi til at hittast til fyrilestrar, netverkan og góða samveru annars. Vit leggja karmarnar til rættis og tit fylla teir út.
Endamálið er eisini at skapa rúm fyri vinnuni í almenna rúminum, at skapa stoltleika við at velja Ársins Virki og Átak og geva okkum stundir at gleðast um tað, sum hevur gingið væl. Hetta ljóðar kanska eitt sindur løgið ídag, men tað er ikki so nógv ár síðani, at tað mátti nærmast tigast íhel, um ein fyritøka á einhvønn hátt skaraði framúr ella vann pening.
Síðan fyrsta Ársins Virki varð valt, hava vit merkt eina hugburðsbroyting. Sjálvur hevði eg sum stjóri á Havsbrún tann heiður at umboða fyrsta virkið sum fekk henda heiður. Og tað var ikki smávegis neiligar viðmerkingar vit fingu í fjøðlmiðlunum tíðina aftaná. Vit dálkaðu, larmaðu, luktaðu o.s.fr. Tað sama hendi fyritøkunum tey næstu árini. Men tað er nú vorðið meira loyvt at vera ein fyritøka, sum skarar framúr og tjenar pengar, og tað er eisini vorðið meira loyvt at fortelja tað. Og hetta var og er júst eitt av endamálunum við Vinnudegnum – nevniliga at fremja vinnuligan stoltleika og fortelja um tað. Kanska hevur upprunaliga missiónin við Vinnudegnum borið frukt?
Gongdin seinastu árini í stórum pørtum av vinnulívinum hevur verið merkt fyrst av afturgongd og síðani stagnatión. Onkrir glottar eru tó og er tað mín vón, at tað framyvir fer at klárna alt meira í og at framgongd kemur at merkja komandi árini.
Føroyskt vinnulív hevur nógvar avbjóðingar! Ein av teimum stórstu avbjóðingunum, sum vinnan og samfelagið alt hevur at dragast við, er atgongdin til arbeiðsmegi. Fólkavøkstur og fólkatilflyting, ella rættari, tað mótsatta, nevniliga fólkaminking, hevur verið rættiliga nógv á dagsskránni seinastu árini, og kjakið hevur verið nokso dúgligt viðhvørt. So seint sum í hesari vikuni var hetta málið aftur uppi at venda í Kringvarpinum.
Fyrrverandi stjórin á Hagdeildini var so álvarsamur og bersøgin, at hann metti, at vit sum samfelag, bert høvdu fýra samgongur eftir at rætta skútuna aftur á beina kós. 16-18 ár. Sjálvt um hann skuldi mistikið seg, og skáin er dupult so langur, ja, so er tað heldur ikki long tíð!
Sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag kann eg ikki annað enn taka undir við sjónarmiðunum um, at tað hevur altstóran týdning, at vit í Føroyum bera so í bandi, at fólk trívast í Føroyum – tað veri seg bæði vit, sum eru her, ungdómurin við útlongsli, og tey, sum búgva aðrastaðni við heimlongsli. Skulu vit náa málinum um fólkavøkstur, er ógvuliga umráðandi, at vit øll, sum hava ávirkan á hesi viðurskiftini, miðvíst arbeiða við at gera umstøðurnar her soleiðis, at vit øll støðast enn betri á klettunum. Hetta er ikki bara eitt politiskt mál, og als ikki eitt partapolitiskt mál, men eitt tjóðarmál! Og vit vita í stóran mun, hvat skal til fyri at fáa enn fleiri útilagnar føroyingar heim aftur á klettarnar. Eitt drúgt og skilagott álit er nýliga gjørt hesum viðvíkjandi. Tað tykist kortina at knípa politiskt at fáa framt sjálvt tey mest einføldu og ódýru tiltøkini. Men tað er altso tíð upp á at koma ígongd!
Alnótin ger heimin lítlan, og føroyingar kring allan knøttin fylgja dagliga við kjakinum her heima. Tí skulu vit eisini ansa eftir ikki at mála eina alt ov dapra mynd av framtíðini, og harvið styggja útisetarnar burtur, men eisini minnast til at gleðast um teir útisetar, sum velja at flyta heimaftur. Hetta eru søgur, sum eisini skulu forteljast, og kanska fylla meiri í almenna rúminum, enn tær gera ídag!
Fyri vinnulívið snýr hesin spurningurin seg í stóran mun um atgongd til arbeiðsmegi. Tað er altumráðandi fyri kappingarførið hjá føroyskum vinnulívi, at tað til eina og hvørja tíð ber til at fáa arbeiðsmegi. Annars steðga vinnutólini upp. Og allarhelst skal henda arbeiðsmegi finnast millum tey, sum hava valt at búleikast á hesum klettum, tí eingin ivi er um, at tað er tað lagaligasta. Tó so, um henda arbeiðsmegi ikki er tøk, so má og skal vinnulívið hava atgongd til arbeiðsmegi aðrastaðni frá, tó undir væl skipaðum viðurskiftum.
Samanfatandi kann sigast um fyrlestrarnar á vinnudegnum í dag, at sett verður fokus á kappingarevnini hjá vinnuni og samfelagnum. Vit koma inn á, hvussu vit sum vinna og samfelag flyta okkum, uttan at missa grundleggjandi virðini burtur. Vit fara eisini at fáa inspiratión til endurnýggjan. Somuleiðis verður kjak á skránni um okkara góða skatt.
At enda vil eg enn einaferð ynskja tykkum øllum hjartaliga vælkomnum á Vinnudagin 2013 og eg vóni at vit fáa ein góðan dag her í Norðurlandahúsinum umframt eina góða veitslu í kvøld.”