Píl

Røtt gongd í kommunuskattinum

06. januar. 2025 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um at seks kommunur hava valt at lækka kommunuskattin, og at 11 kommunur hava hækkað barnafrádráttin

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur leingi víst á tørvin at javnseta og lækka føroyska persónskattin. Tað er tí at fegnast um, at seks kommunur hava valt at lækka kommunuskattin og at 11 kommunur hava valt at hækka barnafrádráttin fyri 2025.

Slíkar broytingar eru viðvirkandi til at gera føroyska persónskattin og arbeiðsmarknaðin meira kappingarføran.

Broytingarnar viðføra, at miðal kommunuskatturin lækkar úr 20,02% niður í 19,97%.

Samstundis hækkar miðal barnafrádrátturin úr 8.036 kr/barn upp í 8.471 kr/barn.

Hóast talan sostatt ikki er um kollveltandi broytingar, fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag tó um, at gongdin í kommunuskattinum er røtt, og at miðal kommunuskatturin nú fyri fyrstu ferð í nógv ár er komin niðurum 20%-markið. Til samanberingar var miðal kommunuskatturin í 2015 omanfyri 21%.

Vónandi heldur gongdin við lækkandi kommunuskatti og hækkandi barnafrádrátti fram í komandi árum, og tekur meira dik á seg, so Føroyar gerast meira kappingarførar.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL