Roknað verður við El Niño í ár

29. juni. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Roknað verður við, at El Niño kann gerast sterkari enn í 1997/98, tá ein av teimum sterkastu nakrantíð var. Tað kann merkja mangul á fiskamjøli og fiskaolju komandi tíðina, sigur norski veðurstovnurin, Metrologisk Institutt.

Veðurlagsgranskarar halda, at tað er sera sannlíkt, at tað verður ein El Niño í ár. Myndlarnar, sum siga fra um El Niño verður ella ikki, eru heilt góðir, so roknað verður við vissu við, at so verður. Hvør styrkin verður á hesum veðurlagsfyribrygdi er tó óvist enn. Útlitini eru fyri, at hitin í sjónum økist frá 0-3 stig yvir normalhitan. Til samanberingar var hitin í sjónum uttanfyri Suður-Amerika, tá El Niño var í 1997/98, 2,5 stig hægri enn vanligt.
Seinastu ferð El Niño fyribrygdi sást, kolapsaði fiskiskapurin eftir anchoveta uttanfyri Peru, og prísurin á fiskamjøli og -olju hækkaði við meira enn 20%. Vanliga er El Niño í hæddini um jólini, og er El Niño effektin sterk, fær vindurin havstreymarnar at venda, og tað føðsluríka kalda vatnið, sum er grundarlagið undir tí góða fiskiskapinum uttan fyri Suður-Amerikonsku strondina, kemur ikki inn á grunnarnar. Roknað verður við, at ávirkanin fer at síggjast um jólini og út í februar/mars mánaða.
Kelda:www.kyst.no
Fakta um El Niño:
Vanliga førir kalda og føðsluríka vatni í Humboldstreyminum á vestursíðuni á Suður-Amerika, eisini kallaður Peru-streymurin, til sera góðan fiskiskap á fiskileiðum uttanfyri Peru. Tá El Niño sæst, vendist henda støða, og tann kaldi føðsluríkið streymurin verður skiftur út av heitum føðslufátøkum vatni.
Í flestu førum varir fyribrigdið nakrar vikur ella ein mánað, og so broytist veðrið aftur til tað vanliga, og fiskiskapurin tekur seg upp aftur. Um El Niño varir fleiri mánaðir, førir hetta til ein meiri umfatandi streym av heitum vatni, og kann tað viðføra álvarsliga fíggjarliga ávirkan á bæði lokalu fiskivinnuna umframt altjóða marknaðin.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya