Á aðalfundi í Ráðgevarafelagnum 7. mai 2009 varð nevndin í felagnum afturvald. Í nevndini sita: Rúni Abrahamsen, Kim Hansen, Árni Winther. Tiltakslimir eru Árni M Jacobsen og Pætur Húsgarð.
Ráðgevarafelagið varð stovnað 26. mai 2008 og hevur nú knapt eitt ár á baki. Felagið er vinnugreinafelag fyri ráðgevandi fyritøkur í byggivinnuni. Felagið hevur til endamáls at skipa fyri felags menning av vinnugreinini, bæði hjá limunum og teimum kørmum sum vinnugreinin arbeiðir undir.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Rúna Abrahamsen sum formanni og Kim Hansen sum næstformanni.