Nú rúsdrekkapolitikkur Føroya hevur verið á breddanum seinastu vikuna, vil Ferðavinnufelagið minna á, hvønn týdning tað hevur, at føroyskar matstovur hava møguleika at keypa inn á vanligum handilsligum grundarlagi.
Ferðavinnan er í grundini ein útflutningsvinna, sum er í harðari kapping við tænastur uttanlands. Í rúsdrekkahøpi er einki annað land í norðurlondum, sum hevur ta skipan, vit í Føroyum hava við einkarinnkeypi av rúsdrekka. Einkarsøla er kent í øðrum norðurlondum, men hjá teimum er einkarinnkeyp ikki galdandi. Har hava loyvishavarar møguleika at keypa inn frá øðrum enn einkarsøluni. Núverandi støða við einkarinnkeypi er tarnandi fyri kappingarførið hjá matstovuvinnuni, sum frammanundan er ein útreiðslutung vinna.
Føroyska matmentanin fær í dag altjóða viðurkenning í kappingum og úrtøkum uttanlands, eins og hon í dag verður vird á ein hátt, vit ikki kundu droymt um fyri bert fáum árum síðani. Tað er í stóran mun váðafýsni, áræði og slóðbrótaraanda at takka, at vit nú eru í hesi støðu. Neyðugt er tískil at skapa karmar fyri, at hesin eldhugur framhaldandi kann spíra og nørast - ikki bara í Havn, men kring allar oyggjarnar.
Inntøkugrundarlagið hjá matstovum kring landið er spinkult, og neyðugt er at tryggja frítt innkeyp til loyvishavarar, soleiðis at matartilboðini kring landið kunnu fjølgast og fjøltáttast.