Russar leita eftir fiski

25. august. 2014 | Tíðindi | Fiskivinna

Russland megnar ikki at nøkta eftirspurningin eftir fiski til russiska marknaðinum við egnari framleiðslu. Tí leita russar nú eftir fiski úr øðrum londum, ið ikki eru umfatað av handilsstongsli úr Russlandi. Tað skrivar Intrafish.

Tvær vikur eftir at Russland stongdi sín marknað fyri matvørum úr ES, USA, Noregi og øðrum londum verður leitað eftir øðrum møguleikum fyri at fáa til vega matvørur aðrastaðni. Tað sigur Christian A. Mordal, serfrøðingur í russiskum viðurskiftum, við Intrafish.

  • Eg rokni við, at Russland fer at økja innflutningin av tilapia skjótt, og heilsufrøðiligu myndugleikarnir góðkenna nú innflutning úr nógvum øðrum tjóðum fyri at nøkta eftirspurningin í Russlandi, sigur Christian A. Mordal.

Mordal roknar við, at nógvur fiskur verður innfluttur úr Kina, Vietnam, Kili og Føroyum í framtíðini. Hann roknar nevniliga ikki við, at Russland megnar at nøkta tørvin á heimamarknaðinum við egnari framleiðslu, av tí at nógv tað mesta av russiskum fiski verður framleiddur har eysturi í landinum, meðan størsti parturin av fólkinum býr í vestara partinum. Tí hava russiskir myndugleikar eisini broytt almennu avgjøldini á flutning fyri at gera tað lættari at flyta vøruna millum hesar partarnar av landinum.

Í dag innflytur Russland umleið eina hálva millión tons av sjómati.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya