Sámal av Reyni

14. mars. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?

Sølu av bilum, dekkum og eykalutum, útleigan og leasing av bilum, reingerð og umvæling av bilum. Eisini virka vit sum fíggingarstovnur av nýggjum og brúktum bilum.

Hvar heldur fyritøkan til?

Í Hoyvík og í Klaksvík

Nær varð hon stovnað?

Stovnað av abba mínum í 1947. Tað byrjaði undir smáum korum í Rættará. Seinni í 1973 gjørdist fyritøkan eitt partafelag, við pápa mínum sum stjóra, og tá fekk fyritøkan navnið Reyni Service.

Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?

Í alt umleið 50 fólk, har tey flestu arbeiða í Hoyvík.

Vinnuligir karmar í Føroyum:

Hvat er tað besta, tað almenna hevur gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein seinastu 5 árini? 

Eg haldi ikki, at tað eru framdar nógvar broytingar tey seinastu 5 árini. Ein broyting hevur tó verið greiðari lóggeving viðvíkjandi skráseting av leigubilum. Hetta er ein fyrimunur fyri okkum, sum reka útleiguvirksemi. Eisini er tað almenna, í ein størri mun enn áður, farið at hugsa umhvørvisvinarligt. Tað er av stórum týdningi, at vit øll virka so grønt sum gjørligt.

Hvat er tað besta, tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?

Avgjøldini á bilar eru sera høg í Føroyum. Við at lækka avgjøldini á bilar, høvdu helst enn fleiri bilar verið seldir, og tað hevdi gjørt, at bilarparkin hevði verið nýggjari, tryggari og grønari. Og tann meirsølan hevði gjørt, at landi hevði fingið stórt sæð tað sama í landskassan. Viðmerkjast kann, at í 2008 fóru avgjøldini á umhvørvisvinarligar bilar eitt sindur niður, men tað munaði ikki tað heilt stóra. Harafturímóti fóru prísinir á vinnubilum upp, tað hevði verið gott fyri allar vinnugreinar, um tað almenna setti avgjøldini niður aftur á teimun bilunum.

Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, har fyritøkan er?

Umstøðurnar sum heild eru góðar. Tað eru altíð ting, ið kunnu betrast, men eg haldi ikki vit skulu klaga.

Hvat kundi verið betri?

At kommunan setur enn størri dent á umhvørvisviðurskiftir. Til dømis við at seta umhvørviskrøv til sínar veitarar.

Hvussu er atgongdin til fígging av virkseminum hjá fyritøkuni?

Fígging hevur ikki verið ein truppuleiki. Vit hava tætt og gott samstarv við fíggingarstovnar í Føroyum.

Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa? (Um ja, nevn so tær týdningarmestu)

Nei, gott nokk er tann føroyski marknaðurin sera avmarkaður, men um ein ynskir at vaksa um virksemi, er møguligt at fáa sær deild/ir í útlandinum.

Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?

Tað er trupult at siga, í løtuni hava vit góðar tíðir í samfelagnum, og vónandi kemur tað at halda áfram í nøkur ár afturat. Men verri tíðir fara at koma, og okkara vinnugrein merkir sera væl til sveiggini, sum koma í sambandi við fíggjarkreppur. Eg vóni tó, at vit framhaldandi koma at hava ein førandi leiklut innan okkara vinnugrein, og at vit koma at standa enn sterkari.

Persónligt:

Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?

Tað er sera áhugavert og gevandi at reka eina fyritøku. Tað besta er helst at kunna mynda og menna fyritøkuna saman við sera kompetentum og dugnaligum starvsfólkum, ið eru við til at fáa arbeiðsdagin at ganga lætt.

Hvat er tað mest avbjóðandi?

At javnan bróta upp úr nýggjum fyri at vera førandi, og fyri at kunna nøkta tørvin hjá kundanum á bestan hátt.

Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?

Onkuntíð 40 tímar, men sum oftast meiri enn tað.

Hvør ert tú?


Álítandi, ágrýtin og tænastusinnaður. Hettar royni eg á besta hátt at liva upp til, um tað eydnast mugu onnur meta um.

Spurningar um aktuell mál:

Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum?

Eg síggi tað sum ein fyrimun, at barnafrádrátturin er hækkaður, og at barsilsfarloyvi er longt. Tað er ein avbjóðing at fáa tey lesandi aftur til Føroyar, men har mugu tey sjálvi ynskja at koma aftur. Eg haldi ikki, at tað er uppgávan hjá landinum, at skapa óneyðug arbeiðspláss fyri at fáa fatur á útisetum á tann hátt.

Er atgongd til arbeiðsmegi nøktandi?

í løtuni er úrvalið í minna lagið, vit merkja tað serliga, tá vit skulu hava fatur á lærlingum, men vit hava tó ikki havt tað trupult við at fáa starvsfólk.



Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L