Umrøtt var spurningurin um fiskivinnuna, sum hevur klovið løgtingið í tvey, og ta sannroynd, at øll tey siðbundnu fiskivinnusamfeløgini í Norðurhøvum hava sínar stóru avbjóðingar at yvirliva. Fá fólk tíma at arbeiða í fiski, og serliga konufólkini flyta, tí tey finna seg ikki til rættis í veiðimentanini. Ungfólk flyta burtur í stórum tali at nema sær útbúgving, og mong flyta ongantíð heimaftur. Færri og færri arbeiðsfør fólk verða tí at bera byrðarnar, og tey eldru verða lutfalsliga fleiri.
At tað í dag eru 2.000 færri kvinnur í Føroyum enn menn, og mong útbúgvin koma ikki heimaftur orsakað av vantandi avbjóðingum. Og at tey, sum koma aftur, hvørva ofta inn í almenn størv og hoyrast ikki í orðaskiftinum, kanska tí tey óttast fyri at verða revsað, um tey taka orðið.
Harumframt var kjakast um, at hægru lærustovnarnir í landinum eru so veikir, at teir sjáldan megna at geva politiskum pástandum mótspæl við eftirkannaðum sannleikum.
Spurningurin um tað er tilvildin, sum ræður, og at tey, sum duga best at røkja egin áhugamál, var eisini umrøddur.
Ein av niðurstøðunum av kjakinum var, at tað mangla raðfestingar og yvirskipaðar ætlanir fyri, hvussu føroyska vinnan skal skipast í framtíðini, soleiðis at vinnufyritøkur kunnu leggja sær ætlanir, uttan at óttast broyttar fortreytir í tíð og ótíð.
Somuleiðis hava vit ilt við at flyta okkum frá tí industriella samfelagnum til vitanarsamfelagið, og at hetta sæst í teimum raðfestingum, sum gjørdar verða, m.a. í mun til hægri lærustovnar.