Samd um at betra upprunamerking á matvørum

03. februar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Bændasamtøk Íslands, Samtøk Atvinnulífsins og Neytendasamtøkin, sum eru ávikavist íslendska bóndafelagið, arbeiðsgevarafelagið og brúkarafelagið, hava skrivað undir eina semju um upprunamerking á matvørur. Semjan skal stuðla uppundir teirra vilja at standa saman um at betra upprunamerkingar.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri partarnar skal arbeiða við at økja tilvitanina hjá matvøruframleiðarum og matvøruinnflytarum og fáa hesar týðiliga at merkja matvørurnar við upprunalandinum hjá vøruni. Gjørd verða vegleiðandi uppskot til merking, og brúkararnir verða eggjaðir til at kanna upprunan á vøruni.

Teir tríggir partarnir fara at gera átøk til tess at fremja endamálið, og hesi fara at verða sjónlig í 2014. Tað eru formenninir Sindir Sigurgeirsson, Bjørgolfur Jóhannsson og John Gunnarsson, sum vegna feløg síni hava undirskrivað semjuna.

Kelda: www.si.is

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya