HBF

Samlaða tøkan av alilaksi var 89,5 tús. tons í fjør

20. januar. 2025 | Tíðindi | Havbúnaður

Tøkan av alilaksi var uml. 89,5 tús. tons í kruvdari vekt í 2024. Hetta er umleið 11% meira enn í 2023, tá ið tøkan var umleið 80 tús. tons

Samlaða tøkan av alilaksi í Føroyum í fjør var 89,5 túsund tons í kruvdari vekt. Hetta svarar til umleið 109 túsund tons í rundari vekt. Sostatt var tøkan aftur á sama støði sum í 2022, tá ið tøkan var 80 túsund tons.

2021 er framvegis metárið fyri tøku, tá ið 95 túsund tons í kruvdari vekt vórðu tikin.

Hóast samlaða tøkan í vekt vaks 11%, var samlaða talið av tiknum laksi í 2024 einans 350 túsund meira enn í 2023. Miðalvektin í 2024 var sostatt 5,25 kg, sum er væl hægri enn miðalvektin upp á 4,82 kg í 2023.

Havbúnaðarfelagið skrásetur tøkutølini frá føroysku laksaalifeløgunum hvørja viku og almannakunnger tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Tøkutølini kunnu finnast her.

Annað á breddanum

  1. Starvsfólkavøksturin í tí privata er steðgaður upp

    Seinastu 3 árini er starvsfólkatalið í tí privata nærum óbroytt. Í sama tíðarskeiði er starvsfólkatalið undir almennum ræði økt við útvið 1000 starvsfólkum

    20. Januar. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    24Jan18 PF9A1214
  2. Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

    Set kross í kalendaran 28. februar, tá ið árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum

    13. Januar. 2025 | Havbúnaður
    Billede1
  3. Nýggjur samskiftisráðgevi í Vinnuhúsinum

    Vinnuhúsið hevur sett Áka Leitisstein Hansen í starv sum samskiftisráðgeva

    13. Januar. 2025 | Almenn tíðindi
    Áki Leitisstein Hansen Vika 3