Samráðingarnar millum FAG og Súluna eru byrjaðar

02. september. 2019 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Verkfalsfráboðanin er ikki galdandi fyri flogternur hjá Atlantic Airways í Føroyum

Samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súluna eru byrjaðar, nú fakfelagið Súlan hevur boðað frá, at nevndin er mannað.

Krøvini eru handað í dag á fundi í Vinnuhúsinum, og samráðingarnar halda fram seinni í mánaðinum.

Hesar samráðingar eru fyri allar flogternur hjá Atlantic Airways – bæði í Føroyum og Danmark.

Verkfalsfráboðanin til 1. oktober, sum FPU hevur sent til Atlantic Airways, fevnir einans um basuna hjá felagnum í Keypmannahavn. Hon hevur sostatt einki við allar tær flogternur hjá Atlantic Airways, sum hava basu í Vágum, at gera. Fakfelagið Súlan er heldur ikki partur av hesi fráboðan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag staðfestir, at felagið ikki er fevnt av fráboðanini frá FPU, sum annars kundi verið skilt út frá umtaluni í fjølmiðlunum. Og nú samráðingarnar við Súluna eru byrjaðar, væntar Føroya Arbeiðsgevarafelag, at verkfalsfráboðanin fyri basuna í Keypmannahavn verður tikin aftur.

Les eisini tíðindaskriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag 17. august 2019

Les eisini tíðindaskriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag 20. august 2019

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  3. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)