Samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini eru byrjaðar

21. mars. 2022 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Týsdagin tann 15. mars vóru krøvini til komandi sáttmálasamráðingar handað. Samráðingarnar millum partarnar eru sostatt byrjaðar, og komandi fundur verður hósdagin 7. apríl.

Føroya Arbeiðsgevarafelag samráðist um 40 sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum við umleið 20 fakfeløg. Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í komandi samráðingarrundu hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini ganga út 1. mai.

Til ber at lesa meira um  mannagongdir o.l. í sambandi við sáttmálasamráðingar her. 

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya